bituff toymið

Rannvá Troest

Rannvá Troest

Eg eri partnari í bituff og arbeiði sum samskipari, vinnuráðgevi og undirvísari. Tað sum eyðkennir mína arbeiðstilgongd er, at eg heldur síggi møguleikar enn forðingar í øllum tí eg takist við. Eg dugi væl við fólki, at lurta og geva erligar professionellar afturmeldingar. Eg eri nærløgd, virkisfús, fái lætt góð hugskot og megni at menna spennandi leistir bæði einsamøll og saman við øðrum. Eg arbeiði sera sjálvstøðugt, orkan er stór og tað motiverar meg at samstarva við onnur og ikki minst at fáa nakað at henda. Eg eri sosial og havi eitt stórt professionelt altjóða netverk, sum eg havi stóra gleði av í mínum starvi.

Eg havi í fleiri ár arbeitt sum fyriskipari og vinnuráðgevi, og seinastu árini havi eg í mínum arbeiði brúkt grafiska fasilitering, ið er eitt spennandi og vælegnað samskiftis- og arbeiðsamboð fyri bæði børn, vaksin og ymsar vinnubólkar.

Eg eri útbúgvin í sponskum og enskum vinnumáli og havi drúgvar royndir innan samskifti, samstarv, strategiarbeiði, trivnað, sølu, marknaðarføring, fyriskipan og undirvísing.

Set teg í samband við meg við at skriva til info@bituff.com ella ring til mín á tlf. 289193.

Maibritt Højgaard

Maibritt Højgaard

Eg eri partnari í bituff og arbeiði sum samskipari, vinnuráðgevi og undirvísari. Tá ið eg arbeiði við fyritøkum og einstaklingum nýti eg ymiskar tilgongdir og amboð, sum eg saman við kundanum finni fram til gagnar teimum best. Eg eri royndur verkætlanarleiðari og tað motiverar meg, at fáa hugskot og føra tey út í lívið, at stápla okkurt spennandi uppá beinini og at greiða størri og minni trupulleikar. Mítt forvitni er ein sterk drívmegi og seinastu árini havi eg t.d. arbeitt nógv við grafiskari fasilitering, ið er eitt ótrúðliga spennandi og vælegnað samskiftis- og arbeiðsamboð fyri bæði børn, vaksin og nógvar vinnubólkar.

Eg eri útbúgvin sálafrøðingur, MBA International, Systemisk coach (EMCC) og havi drúgvar royndir sum virkisráðgevi. Eg loysi m.a. uppgávur innan hesi øki: menning av fyritøkum, broytingarleiðslu, strategiarbeiði, verkætlanarleiðslu, samskifti, samstarv, konfliktir, trivnað, undirvísing og venjing av starvsfólkum, leiðarum, verkætlanarleiðarum og konsulentum.

Set teg í samband við meg við at skriva til info@bituff.com ella ring til mín á tlf. +45 61659023.

Turið Petursdóttir

Eg eri fríyrkisfólk hjá bituff. Eg leggi meg serliga eftir eini visuellari, kropsligari og rúmligari tilgongd í mini undirvísing. Mær dámar sera væl at brúka fjølbroyttar undirvísingarhattir -herímillum grafiska fasilitering. Eg eri nærløgd, vælskipað, skapandi og ágrýtin. Eg kenni meg væl í mini rollu sum undirvísari, og aktivitetsstøðið er høgt.

Eg eri cand.scient. frá Århus Universiteti/Syddansk Universiteti í 2007 við lærugreinunum ítrótti og heilsu við serritgerð um børn og venjing. Umframt tað, havi eg lokið útbúgving sum professionsbachelor í fysioterapi frá Fysioterapeutskúlanum í Århus í 2002. Í 2013 tók eg føroyskt sum hjánám og skúlaárið 2015/2016 hevði eg eitt ársvikariat sum námslektari á Námsvísindadeildini. Í løtuni eri eg í føstum starvi sum studentaskúlalærari á Miðnámi á Kambsdali.

Umframt, at eg eri ítróttalærari, føroysktlærari, fysioterapeutur, so eri eg eisini kona, mamma, dóttir, systir, mostir, ommusystir, medmenniskja, fimleikavenjari, bóndakona, vaskikona, stuðul, barrvørður, tænari, flakaskerari og mangt annað…

Set teg í samband við meg við at skriva til info@bituff.com.

Beinir Troest Rasmussen

Eg eri fríyrkis sølufólk hjá bituff. Í mínum samskifti við kundan, leggi eg stóran dent á at veita eina góða tænastu.

Set teg í samband við meg við at skriva til info@bituff.com.