Gjaldstreytir
Handilstreytir hjá bituff
bituff
Heiðavegur 62
FO-600 Saltangará
Føroyar
Tlf. +298 289193
Teldupostur: info@bituff.com
V-tal 621382
Kontonr.: 6460 5708054
IBAN: FO4064600005573140
SWIFT: FIFBFOTX
Bank: BankNordik
Gjalding
Til ber at gjalda við Visa og Mastercard.
Peningurin verður drigin av tygara konto, tá vøran verður send frá ella heintað á bituff.
Nýtur tú Visa Electron ella Mastercard Debit, verður peningurin afturhildin á tínari konto, samsvarandi við treytirnar fyri kortinum, til vit trekkja peningin ella avvísa gjaldingina.
Allar upphæddir á heimasíðuni eru við meirvirðisgjaldi.
Á heimasíðuni verða hesi gjaldoyru nýtt til prísáseting: Denmark – Kroner (DKK).
bituff nýtir ein tryggan gjaldsservara, ið bronglar allar upplýsingar við SSL protokoll. Hetta merkir at tínar dátur eru tryggar, og ikki kunnu lesast av øðrum.
Heimasíðan hjá bituff verður somleiðis bronglað við SSL protokol.
Tilmelding til tiltøk og skeið
Veitingartíðin fyri tilmeldingar til tiltøk og skeið er samstundis sum keypið er framt.
Hevur tú meldað til eitt av okkara tiltøkum, er tilmeldingin bindandi. Um ikki ber til at møta til tiltakið, kanst tú lata einum øðrum plássið.
Veiting av fysiskum vørum og vørum annars
Veitingartíðin fyri bíleggingar kann vera upp til 5 dagar fyri fysiskar vørur.
Vørur verða sendar við Posta.
Avlýsing í samband við tiltøk og skeið
Um vit noyðast at avlýsa eitt tiltak ella skeið, verður peningurin endurgoldin á sama kreditkort sum goldið var við.
Iðranarrættur av vørum annars
Um ikki annað er avtalað, ella verður upplýst við keyp, hevur tú 14-daga iðranarrætt at rokna frá tí degi vøran er leverað.
Keypari rindar sjálvur fyri møguligan afturberingarkostna.
Um tú iðrar keypið, skal hetta boðast okkum frá í seinasta lagi 14 dagar eftir levering, og vøran skal vera okkum í hendi, seinast 14 dagar eftir at tú hevur boða okkum frá.
Iðrar tú keypið, skal hetta boðast frá á telduposti info@bituff.com. Standardfrymilin skal útfyllast og viðfestast í teldupostinum (standardfrymilin finna tygum niðast á síðuni ”Handilstreytir”)
Standur á vøruni við afturbering
Keypari heftir sjálvur fyri virðisminking av vøruni, ið stendist av aðrari handfaring enn henni, ið er neyðug fyri at staðfesta um vøran er røtt. Hetta merkir at tú kanst royna vøruna, á sama hátt ið tú kanst gera í einum fysiskum handli.
Er vøran nýtt á annan hátt enn lýst omanfyri, verður hon mett sum brúkt, og hevur harvið mist virðið. Hetta merkir, at um tú iðrar títt keyp, metir bituff um virðið, og endurrindar sambært hesi prísmeting.
Endurgjald
Keypari hevur 2-ára endurgjaldsrætt sambært føroyskari lóggávu. Endurgjaldið fevnir um øll brek, ið standast av framleiðslu.
Endurgjaldskrav skal boðast bituff frá í rímiligari tíð. Her verður mett at rímulig tíð er í mesta lagi tveir mánaðar eftir móttøku, um ikki annað er avtalað. bituff endurrindar í hesum føri møguligan flutningskostna.
Endurgjaldskrav dettur burtur um vøran er handfarin ella nýtt á skeivan hátt.
Áheitan um endurgjaldskrav skal sendast til:
bituff
Heiðavegur 62
FO-600 Saltangará
Føroyar
Endurgjaldskrav sent sum postkrav verður ikki móttikið.
Viðskifta- og privatlívspolitikkur
Persónsupplýsingar verða latnir hesum pørtum.
- Starvsfólkum og leiðslu hjá bituff
- Útvaldir og álítandi triðjapørtum, ið nýta tínir persónsupplýsingar í sambandi við levering av vørum ella tænastuveitingum, ið tú hevur bílagt.
- Handilssamstarvsfelagar, ið skráseta og viðlíkahalda tína brúkarakontu
Tú kanst til eina og hvørja tíð strika tínar upplýsingar.
Fyri at strika tínar upplýsinar, skal bituff hava fylgjandi:
- Navn
- Bústað
- Telefonnummar
- Teldupost
Vit skráseta bert tínar persónsupplýsingar við tí endamálið at kunna veita tær tað tænastur vit selja.
Persónsupplýsingar sum eru skrásettar hjá bituff, verða goymdar í upp til fimm ár, og verða síðani strikaðar.
Tá vit savna persónsupplýsingar umvegis okkara heimasíðu, tryggja vit, at hetta altíð er við tínum samtykki, soleiðis at tú altíð ert kunnað/ur um hvørjar upplýsingar vit savna inn, og við hvørjum endamálið tær verða savnaðar inn.
Stjóri og starvsfólk hjá bituff hava atgongd til tær upplýsingar, ið verða skrásettar.
Ábyrgd av dátum hjá bituff: bituff
Viðskiftaupplýsingar verða ikki goymdar ella sendar bronglaðar.
Tú kanst altíð sýta fyri at tínar upplýsingar verða skrásettar. Tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í hvørjar upplýsingar hjá tær eru skrásettar hjá bituff. Hesi rættindi hevur tú sambært Dátuverndarlógini, og fyrispurningar hesum viðvíkjandi skulu stílast til info@bituff.com.
Cookies
Vit nýta farspor á bituff.com við tí endamáli at betra um heimasíðuna og funkurnar, og harvið gera tína vitjan á síðuni so lætta sum gjørligt.
Tú kanst til eina og hvørja tíð strika farspor á tínari teldu. Les vegleiðingina her: Webshop Cookies og Privatlivspolitik.
Hagtøl
Vit nýta hagtøl á bituff.com, sum merkir at ein hagtalsskipan savnar upplýsingar um hvussu nógv vitjandi eru á heimasíðuna, hvaðani tey koma frá, og hvar tey fara av aftur heimasíðuni v.m.
Hagtølini verða einans nýtt til at betra um heimasíðuna hjá bituff.
Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.
Brúkaravernd
Les meira um brúkaravernd tá tú keypir umvegis gjaldsskipan frá QuickPay:
https://quickpay.net/dk/terms-of-service
Klagur
Klagur skulu sendast til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn.
Upplýsingar til iðrannarrætt
(Tá iðrannarrætturin er galdandi, skalt tú lata hesar upplýsingar til info@bituff.com )
– Til [bituff, Heiðavegur 62, FO-600 Saltangará, Føroyar, info@bituff.com]:
– Eg (*) vil hervið boða frá at eg (*) vil gera nýtslu av mínum iðrunarrætti, í samband við keyp av fylgjandi vøru ella tænastu:
– Navn á vøru (*)
– Bíløgd tann (*)/móttikin tann (*)
– Navn á keypara (*)
– Bústaður hjá keypara (*)
– Undirskrift hjá keypara (*) (bert um upplýsingarnar verða lætnar á prentaðum pappíri)
– Dagfesting (*)