Ummæli
Vinnuháskúlin
“Ráðleggingardagurin, ið varð fyriskipaður av bituff, var ógvuliga gevandi fyri starvsfólkini á Vinnuháskúlanum. Havi bert fingið jaligar afturmeldingar og haldi, at tað var/er ógvuliga gevandi fyri ein starvsfólkahóp at kunna arbeiða við starvsfólka- og næmingaspurningum undir so góðum umstøðum. Avrikið hjá starvsfólkunum í bituff var framúr, og kendist dagurin frá byrjan til enda at vera sera væl skipaður. Vit hava eftirfylgjandi fingið nógv og gott tilfar at arbeiða víðari við í menningini av virkseminum á skúlanum.”
Símun Poulsen, stjóri
Frítíðarskúlin Snjallabjalla
“Vit høvdu ein læruríkan og stuttligan dag, og øll starvsfólkini vóru sera væl nøgd. Skráin var ómetaliga fjølbroytt; undirvísing, rørsla og fyrilestur. Vit fingu veruliga nakað burturúr degnum, og bituff megnaði at seta eina nærmast ómøguliga skrá saman, sum skuldi gjøgnumførast uppá fáar tímar. Vit hava longu brúkt nógv av tí, vit lærdu á degnum. Samanumtikið ein heilt fantastiska góður starvsfólkadagur”
Beinta Klakstein, Leiðari
Borg
“Menningardagurin hevur viðført eitt betur nøgdsemi, samstarv og samskifti millum deildirnar hjá Borg. Dagurin gav góða meining, og starvsfólkini vóru sera væl nøgd. Samstarvið við bituff var framúr gott”
Leona Nilssen, HR-Leiðari