Um

bituff varð stovnað av Rannvá Troest og Maibritt Højgaard hin 11. august 2016.

Umvegis trý kjarnuøki, ráðgeving, fyriskipan og fasilitering, bjóða vit fjølbroyttar tænastur, ið verða samansettar eftir ynski og tørvi. Vit arbeiða út frá hvørjari einstakari uppgávu og tørvinum hjá tí einstaka kundanum.

Navnið bituff merkir at vera tough og kann í slangútgávu stavast tuff og merkir, at vera hvassur, kul, frálíkur og óførur. Eftirsum at tað kann vera avbjóðandi og strævið fyri fólk at læra, gera okkurt nýtt, broyta hugburð ella bjóða sær sjálvum av, vilja vit stuðla og viðurkenna hesa strembanina við okkara virksemi.

LES UM OKKARA TOYMI HER!