Í gjár skipaði bituff fyri vinnuráki um samrøður á arbeiðsplássinum – lær at lurta og spyrja. Hanne V. Moltke frá donsku fyritøkuni New Stories leiddi dagin, sum var áhugaverdur og upplýsandi. Eitt sum stendur eftir hjá teimum 60 luttakarunum er heilt vist, at væntanir til samrøður hava alt at siga.
Komandi vinnurák verður hildið 2. oktobur og tá er heitið Stutt og greitt um Scrum við Maibritt Højgaard. Les meira HER