STARVSFÓLKADAGAR

STARVSFÓLKADAGAR

“Vit høvdu ein læruríkan og stuttligan dag, og øll starvsfólkini vóru sera væl nøgd. Skráin var ómetaliga fjølbroytt; undirvísing, rørsla og fyrilestur. Vit fingu veruliga nakað burturúr degnum, og bituff megnaði at seta eina nærmast ómøguliga skrá saman, sum skuldi gjøgnumførast uppá fáar tímar. Vit hava longu brúkt nógv av tí, vit lærdu á degnum. Samanumtikið ein heilt fantastiska góður starvsfólkadagur” Beinta Klakstein – Leiðari í Frítíðarskúlanum Snjallabjallu

INNIHALD
Vit kunnu ráðgeva, undirvísa og førleikamenna tykkara starvsfólk og samstundis skipa fyri upplivingum, so tit fáa ein ella fleiri ógloymandi dagar saman. Ynskja tit okkara hjálp til at fyriskipa og skapa karmar um tykkara veitsludøgurða aftaná ein hendingaríkan dag, er hetta eisini møguligt. Starvsfólkadagurin verður lagdur til rættis í tøttum samstarvi við tykkum, og vit skræddaraseyma innihaldið, soleiðis at tit fáa sum mest burturúr degnum.

Ein starvsfólkadagur inniheldur ofta bæði ein fakligan part og ein sosialan part.

Fakligi parturin
Tað fakliga kann til dømis snúgva seg um samstarv, trivnað, motivatión, strategi, samskifti, effektivitet, samleika og mangt annað. Um tykkara arbeiðspláss ynskir at menna t.d. ein førleika ella at arbeiða miðvíst við t.d. visión, mál, kós, bygnaði, ráðlegging, tíðarætlan, árshjóli ella verkætlan, er upplagt at skipa fyri einum starvsfólkadegi. Á degnum leggja vit, saman við tykkum, dentin á at arbeiða miðvíst við einum ella fleiri útvaldum evnum. 

Sosiali parturin
Tað sosiala kann til dømis snúgva seg um verkstovu, rørslu, fyrilestur, teambuilding og vinnuspæl.

MÁLBÓLKUR
Øll arbeiðspláss eru vælkomin at venda sær til okkara í sambandi við fyriskipan av starvsfólkadøgum. Vit gera okkum ómak at lurta, skilja og bjóða tykkum av sum kunda, so tit fáa íblástur og minniligar upplivingar. Óansæð um tit eru 5 ella fleiri 100 starvsfólk, kunnu vit sniðgeva starvsfólkadagin frá A-Z.

PRAKTISKT
Í samráð við tykkum, kunnu vit taka okkum av ymsum praktiskum tingum og eisini bílegging av høli, mati og flutningi.

BIÐ UM TILBOÐ
Ver vælkomin at senda okkum ein fyrispurning á info@bituff.com. Vit koma fegin á ein óbindandi fund, so tilboðið kann snikkast til tykkara tørv og ynskir.