Hin 10. mai skjalførdu vit ein starvsfólkadag við grafiskari fasilitering. Grafisk Skjalføring er ein sjónbar endurgeving av t.d. einum starvsfólkadegi, fundi, framløgu, tiltaki ella ráðstevnu.
Hesaferð teknaðu vit eina 7 metur langa tekning út frá skrá, innihaldi og niðurstøðum á einum starvsfólkadegi. Teknað varð í sama rúmi, sum áhoyrararnir og fyrilestrarnir vóru í, og at enda varð tekningin brúkt til at taka samanum dagin. Eitt annaðleiðis og stuttligt átak, sum er við til at skapa enn meiri áhuga kring evnið á einum tiltaki.
Les meira um Grafiska Fasilitering HER