Scrum – eitt smidligt og hent amboð

Scrum – eitt smidligt og hent amboð

Mikudagin 2. oktobur skipaði bituff fyri vinnurákinum, Stutt og greitt um scrum, í Norðurlandahúsinum við góðari undirtøku. Maibritt Højgaard leiddi teir 20 luttakararnar ígjøgnum tríggjar sera læruríkar og aktivar tímar, har skift var ímillum ástøði og praktiskar venjingar. Scrum, sum er eitt hent amboð, er vælegnað til at stýra bæði størri og smærri verkætlanir, har man er noyddur at prøva seg fram, og tað ikki er gjørligt at planleggja alt frá byrjan til enda. Samanumtikið eitt væleydnað vinnurák, sum gav luttakarunum eitt amboð, ið tey kunnu byrja at brúka alt fyri eitt.