RÁÐSTEVNUR OG PROSESSIR

RÁÐSTEVNUR OG PROSESSIR

Vit heittu á bituff um at hjálpa okkum at skipa fyri einum stórum starvsfólkatiltaki um nýggja felagsbygningin hjá Fróðskaparsetrinum. Málið við tiltakinum var at kunna um tilgongdina og fáa djúptøknar og erligar afturmeldingar frá teimum, ið skulu brúka bygningin. Samanumtikið vóru vit serstakliga væl nøgd við arbeiðið hjá bituff; frá fyrireikingini upp til tiltakið, gjøgnumføring av tiltakinum og ikki minst uppfylgingina aftaná tiltakið. Professionelt úr enda í annan – og sera gagnligt fyri stovnin. Ólavur Ellefsen, stýrisformaður, Fróðskaparsetur Føroya

INNIHALD
Vit bjóða okkum at skipa fyri tykkara ráðstevnum og smærri og størri prosessum. Við støði í tykkara tørvi og ynskjum, finna vit bestu loysnina. Vit kunnu millum annað taka okkum av:

    • Verkætlanarleiðslu
    • Samskipan og samanseting av innihaldi (ráðstevnuleiðarar, fyrilestrahaldarar, borðskiparar osfr.)
    • At finna røttu karmarnar
    • Sniðgeving, sølu og marknaðarføring
    • Skráseting av luttakarum
    • Sosialum tiltøkum –  veitsludøgurða, sightseeing, virkisvitjan og undirhaldi
    • Flutningi og gisting
    • Uppfylging og eftirmeting

Vit samstarva við tykkum og kunnu vera til staðar meðan tiltakið er, og syrgja fyri at alt eydnast væl og gongur eftir ætlan.

HVØR KANN BÍLEGGJA?
Øll arbeiðspláss og feløg eru vælkomin at venda sær til okkara í sambandi við fyriskipan av ráðstevnum og prosessum. Vit gera okkum ómak at lurta, skilja og bjóða tykkum av sum kunda.

BIÐ UM TILBOÐ
Ver vælkomin at senda okkum ein fyrispurning á info@bituff.com. Vit koma fegin á ein óbindandi fund, so tilboðið kann snikkast til tykkara tørv og ynskir.