Mikudagin 18. septembur verður vinnurák hildið við Hanne V. Moltke frá donsku ráðgevingarfyritøkuni New Stories sum arbeiðir við leiðslumenning, “sosial kapital”, inplacement, samskifti og arbeiðsumhvørvi. Evnið hesaferð er: Samrøður á arbeiðsplássinum – lær at lurta og spyrja.
Hanne fer at deila sína vitan og royndir innan hetta øki við okkum. Dagliga arbeiðir Hanne sum virkisráðgevi í Danmark við privatum og almennum kundum og ofta er tað samskifti sum spælir ein avgerandi leiklut í teimum uppgávum hon loysir. Hanne er útbúgvin Cand.mag. og hevur m.a. skrivað bøkurnar Systemisk coaching og Social kapital, sum báðar hava verið millum mest seljandi fakbøkur í Danmark. Harumframt er Hanne kend sum ein stuttligur og fyrikomandi undirvísari, ið dugir sera væl at fáa prátið á glið.
Hanne lovar, at vinnurákið verður viðkomandi, praktiskt og at luttakaranir fara at læra einfaldar snildir, spurningar og lurtihættir sum betra um samskiftið á arbeiðsplássinum.
Les meira um Vinnurákið HER