Tað var sera áhugavert at hoyra Ana Elisenda Holden-Peters tosa um burðardygd á Vinnurákinum í Norðurlandahúsinum hósdagin 12. desembur. Tað merktist týðiliga, at hon brendi fyri evninum og hetta gjørdi, at øll lurtaðu við stórum áhuga eftir eldhugaða fyrilestrahaldaranum.
Luttakararnir fingu nógvan nýggjan íblástur, bæði tey, sum longu eru farin í gongd og eisini tey, sum ikki eru byrjaði sítt arbeiði við burðardygd á sínum arbeiðsplássi. Ana kom við ítøkiligum ráðum og amboðum, so byrjast kann beinanvegin at arbeiða við burðardygd uttan brúka alt ov nógva tíð og orku frá fyrsta degi. Sum Ana segði so væl “tú rennur ikki 10 km beinanvegin, men byrjar við nøkrum fáum metrum um dagin”. Á sama hátt kann arbeiðsplássið byrja sína tilgongd innan arbeiði við burðardygd.
Ein fyritøka skal í framtíðini kunna vísa á, at hon tekur ábyrgd fyri tí samfelag og umhvørvi hon virkar í.