Hósdagin 5. septembur skipaði bituff aftur fyri Vinnuráki í Norðurlandahúsinum, hesaferð við evninum Welcoming foreign labor into a small society – Hvussu kann fjølbroytni skapa virði?
David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni, leiddi tiltakið, sum var serstakliga áhugavert og tíðarbært. Skift varð millum fyrilestrar og verkstovu. David megnaði veruliga at seta fokus á hvussu stóran týdning tað hevur at síggja virði í útlendsku arbeiðsfólkunum og hvat teirra ymisleiki kann tilføra við millum annað nýhugsan og øktum vinningi. Hann greiddi eisini frá hvussu til ber hjá arbeiðsplássum at seta saman ein sterkan starvsfólkahóp við sereyðkennum og fjølbroytni, og hvussu tey best fáa gagnnýtt hendan hópin.
David vísti dømi frá bæði útlendskum og føroyskum arbeiðsplássum, har fjølbroytni við útlendskari arbeiðsmegi hevur givið størt virði til arbeiðsplássið. Tó er týdningarmikið at fara rætt fram, og her vísti David á ymsik amboð sum kunnu brúkast í eini slíkari tilgongd, eitt nú Cultural Onboarding. David dugdi sera væl at bera sín boðskap fram, og eingin ivi er í, at hann brennur fyri at varpa ljós á mentanarligt fjølbroytni. Samanumtikið eitt gott vinnurák við vælnøgdum luttakarum.
Komandi vinnurák verða hildin ávikavist 18. septembur og 2. oktobur. Fylg við HER