VINNUSPÆL

VINNUSPÆL

“Dagurin hevur viðført eitt betur nøgdsemi, samstarv og samskifti millum deildirnar hjá Borg. Dagurin gav góða meining, og starvsfólkini vóru sera væl nøgd. Samstarvið við bituff var framúr gott.” Leona Ellefsen, HR-Leiðari

INNIHALD
Vit arbeiða alsamt meira við vinnuspølum saman við okkara kundum sum ein part av eini skraddaraseymaðari prosess. Vit lýsa Vinnuspæl sum ein leist, ið ofta hevur eitt fakligt endamál við spæli ella kapping sum karmi. Vinnuspæl er stuttligt, avbjóðandi, mennandi og vit sniðgeva prosessina so øll kunnu luttaka.

HVØR KANN BÍLEGGJA?
Øll arbeiðspláss og feløg eru vælkomin at venda sær til okkara í sambandi við fyriskipan av upplivingum. Vit gera okkum ómak at lurta, skilja og bjóða tykkum av sum kunda. Talið á persónum kann vera heilt úr 10 og upp í fleiri 100.

PRAKTISKT
Í samráð við tykkum, kunnu vit taka okkum av øllum tí praktiska, og eisini bílegging av t.d. høli, mati og flutning.

BIÐ UM TILBOÐ
Ver vælkomin at senda okkum ein fyrispurning á info@bituff.com.
Vit koma fegin á ein óbindandi fund, so tilboðið kann snikkast til tykkara tørv og ynskir.