VIZ FO

Loading Tiltøk

VIZ FO

TIL ALLAR GF’arar
Nú er høvi at hitta onnur, sum arbeiða við visualisering!

Um tú hevur verið á skeiði hjá bituff í Grafiskari Fasilitering, hevur tú møguleika at melda teg inn í okkara visuella netverk – VIZ FO. Netverkið er sniðgivið til tín, sum ynskir at fáa íblástur, menna og viðlíkahalda visualisering sum professionelt amboð.

  • Vit hittast 4 ferðir um árið
  • Vit venja minimum 80% av tíðini
  • Tú tekur títt egna tilfar við (tussjir, krit v.m.)
  • Vit hittast hjá fyritøkum ymsastaðni í Føroyum
  • Tú verður partur av VIZ FO bólkinum á Facebook


VIZ FO

Í VIZ FO arbeiða vit við ymsum evnum, rákum og arbeiðshættum innan visualisering. Vit brúka ein seinnapart at venja og viðlíkahalda visuellu amboðini. Skráin fevnir um 3 tímar og skiftir ímillum verkstovu og netverkan.

VIZ FO, sum er eitt gott forum fyri netverkan og vitanardeiling, verður hildið í skiftandi hølum hjá fyritøkum, sum eru partur av netverkinum og vertur hendan seinnapartin.


HVUSSU KANN EG GERAST PARTUR AV VISUELLA NETVERKINUM?

  • Um tú longu hevur verið á GF-skeiði hjá bituff, er árligi kostnaðurin kr. 1.800 v/mvg fyri hvønn persón.
  • Hevur tú ikki verið á GF-skeiði hjá bituff, er árligi kostnaðurin kr. 1.800 v/mvg – umframt kr. 3.150 (fyrsta árið), sum gevur atgongd til skeið í GF1 (vanligur prísur kr. 3.495). GF1 er ein treyt fyri at luttaka.
  • Árliga gjaldið er galdandi frá 1. januar til 1. januar.
  • Í 2021 er gjaldið 500 kr. v/mvg.
  • Eru tit fleiri frá somu fyritøku, ið ynskja at luttaka, setið tykkum í samband við okkum.


NÆR HITTAST VIT?

2021
09. septembur
25. novembur

2022
24. februar
21. apríl
22. septembur
17. novembur

2023
23. februar
13. apríl
21. septembur
23. novembur

Tey, ið eru partur av netverkinum fáa 10% í avsláttri av øllum tiltøkum hjá bituff (GF1, GF2, GF3, talgild tekning, vinnurák, skeið, lívsrák osfr.). Les meira um visualisering HER.


MELDA TIL VIZ FO

Melda til við at skriva til info@bituff.com

September 09 2021

Details

Date: 9. September
Time: 13:00 - 16:00
Tiltøk Categories: