VISUALISERING

Loading Tiltøk

VISUALISERING

INNIHALD
Visualisering fær alsamt størri týdning og er nú komið fyri at vera. At miðla ein boðskap við myndum, ger tað lættari hjá móttakaranum at skilja, tí menniskjaheilin skilir betri myndir enn tekst. Innan visualisering, bjóða vit m.a. grafiska skjalføring, bíløgd arbeiði og grafiska fasilitering.

 

  • Grafisk skjalføring
    Vit kunnu tekna tað, tit menna og arbeiða við á t.d. ráðstevnum, størri fundum ella starvsfólkadøgum. Ein sokallað visuel endurgeving gert ofta útgangsstøði fyri netverkan og snúningspunktið hjá luttakarunum. Tekningin gevur somuleiðis eitt gott yvirlit yvir innihald og gullkorn frá degnum/tiltakinum. Sí dømi HER.

 

  • Bíløgd arbeiði
    Grafisk fasilitering er eitt framúr gott amboð til at lýsa hugskot, konsept og prosessir. Við tekningum gert evnið lættari at skilja hjá øllum. Vit sniðgeva og leggja til rættis saman við tykkum og tekna tað tit ynskja. Til ber eisini at bíleggja arbeiðið í talgildari útgávu. Sí dømi HER.

 

  • Grafisk fasilitering
    Grafisk fasilitering merkir heilt einfalt, at tú teknar ímyndir og skap, so tín boðskapur gerst lættari hjá áhoyrarunum at skilja. Vit bjóða javnan almenn skeið í grafiskari fasilitering 1, 2 og 3. Fylg við á BREDDANUM. Til ber eisini at bíleggja skeiðini skraddaraseymaði til títt arbeiðspláss, felag ella privat. GF er eisini sera vælhóskandi sum partur av einum starvsfólkadegi, alskyns stórbólkaprosessum osfr. Sí myndir HER.

 

HVØR KANN BÍLEGGJA?
Øll eru vælkomin at venda sær til okkara í sambandi við visualisering, bæði arbeiðspláss, feløg og einstaklingar. Vit gera okkum ómak at lurta, skilja og bjóða tykkum av sum kunda.  Talið á persónum kann vera úr 5 og upp í 100

PRAKTISKT
Í samráð við tykkum, kunnu vit taka okkum av ymsum praktiskum tingum og eisini bílegging av høli, mati og flutning.

BIÐ UM TILBOÐ
Ver vælkomin at senda okkum ein fyrispurning á info@bituff.com.
Vit koma fegin á ein óbindandi fund, so tilboðið kann snikkast til tykkara tørv og ynskir.

March 13 2021

Details

Start: 13. March - 08:00
End: 18. March, 2025 - 17:00
Tiltøk Categories: