Half Double – Vinnurák

Loading Tiltøk

Half Double – Vinnurák

Half Double er ein tilgongd, hugsunarháttur og amboð til tín, sum ynskir at fremja verkætlanir, ið skapa meira virði fyri organisatiónina. Avbjóðingin er nevniliga, at bert ein triðingur av øllum verkætlanum eydnast uttan mun til um tær eru torgreiddar ella einfaldar. Implement Consulting Group hevur seinastu fimm árini ment og kannað Half Double-amboðið í tøttum samstarvi við Aarhus Universitet og fleiri almennar og privatar fyritøkur.

Vit nevna amboðið Half Double, tí úrslitini higartil hava víst, at vit kunnu stytta tíðina, sum ein verkætlan varðar, niður í eina helvt og samstundis náa tvífalt virði. Half Double stendur sostatt fyri: hálva tíð og tvífalt virði. Amboðið byggir á smidligar (agil) grundreglur og eina breiða vitan frá gransking innan leiðslu og Best Practice-verkætlanum.

Endamál við Vinnurákinum

  • At fáa innlit í Half Double-tilgongdina
  • At skilja grundleggjandi hugsan og amboð í Half Double-tilgongdini

Ágóði 

Á vinnurákinum fært tú innlit í Half Double-tilgongdina og íblástur til, hvussu tilgongdin kann stuðla tykkara organisatión í at fáa væleydnaðar verkætlanir.

Skrá

  • Innleiðsla til Half Double-tilgongdina
  • Tú hoyrir dømi um ítøkiligar royndir við at arbeiða við Half Double-tilgongdini
  • Bólkaarbeiði og kjak

Málbólkur
Vinnurákið er fyri teg sum ynskir íblástur til at fáa mest møguligt burturúr tínum verkætlanum. Tú arbeiðir við verkætlanum ella veitingum antin sum verkætlanareigari, verkætlanarleiðari, broytingarleiðari, ráðgevi, toymisleiðari ella verkætlanarluttakari.

Hevur tú hug at læra meira um hetta evnið, so ert tú vælkomin á Vinnurák hósdagin 21. oktobur 2021 kl. 13 – 16.

Hesaferð er tað Henrik Schelde Andersen úr Danmark, sum leiðir Vinnurákið. Henrik arbeiðir hjá Implement Consulting Group, er útbúgvin Cand.Pæd.Psyk og hevur drúgvar royndir innan vitanarfyritøkur, heilsuverki, útbúgvingarøkið, tænastuøkið, kommunur og almennar stovnar. Hann hevur seinastu mongu árini arbeitt sum leiðari, vinnuráðgevi, undirvísari og verkætlanarleiðari.

Luttøkukostnaður og tilmelding
Luttøkukostnaður er 1.100 kr. íroknað mvg.
Melda til við at skriva til info@bituff.com

HVAT ER VINNURÁK?
Vinnurák verða hildin við jøvnum millumbilum og eru ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk nútímans evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið. Les meira um okkara Vinnurák HER

October 21 2021

Details

Date: 21. October
Time: 13:00 - 16:00
Cost: 1100Kr
Tiltøk Categories: