Half Double – skeið

Loading Tiltøk

Half Double – skeið

Half Double er ein tilgongd, hugsunarháttur og amboð til tín, sum ynskir at fremja verkætlanir, ið skapa meira virði fyri organisatiónina. Avbjóðingin er nevniliga, at bert ein triðingur av øllum verkætlanum eydnast, uttan mun til um tær eru torgreiddar ella einfaldar. Implement Consulting Group hevur seinastu fimm árini ment og kannað Half Double-amboðið í tøttum samstarvi við Aarhus Universitet og fleiri almennar og privatar fyritøkur.

Vit nevna amboðið Half Double, tí úrslitini higartil hava víst, at vit kunnu stytta tíðina, sum ein verkætlan varðar, niður í eina helvt og samstundis fáa tvífalt virði burturúr. Half Double stendur sostatt fyri: hálva tíð og tvífalt virði. Amboðið byggir á smidligar (agil) grundreglur og eina breiða vitan frá gransking innan leiðslu og Best Practice-verkætlanum.

Mál við skeiðnum

  • Fáa innlit í og skilja Half Double-tilgongdina
  • Skilja grundleggjandi hugsan og amboð í Half Double-tilgongdini og arbeiða við cases
  • Uppbyggja vitanargrundarlag, soleiðis at tú kanst byrja at arbeiða við Half Double í egnari organisatión

Ágóði 

Við at luttaka á skeiðnum fært tú innlit í Half Double-tilgongdina. Umframt  9 amboð, fært tú vitan um 3 kjarnuøki, sum eru umráðandi at arbeiða við. Tú fært eisini høvi at gera eina fyrstu roynd at umseta Half Double til egna praksis ella verkætlan.

Skrá

Sum luttakari verður tú biðin um at taka egin verkætlanardømi við, soleiðis, at tú beinanvegin kanst kobla egnar verkætlanir og royndir til Half Double-tilgongdina og tilhoyrandi amboð.

  • Innleiðsla: luttakarar og verætlanarcases
  • Støðiskunnleiki og søgan um Half Double
  • Innleiðsla til tilgongdina og so við og við, umseta vit amboðini til egnar cases
  • Arbeiða í dýpdini við útvaldum amboðum:
    • Árinskort (Effektkort)
    • At skapa loysnir (Løsningsdesign)
    • Føstum stiggongdum (Fast rytme)
  • Uppsamling og verkstovan endar

Málbólkur

Skeiðið er fyri einstaklingar ella fyritøkur, ið ynskja vitan og ítøkilig amboð til at skapa eina tilgongd, sum økir um ferð og smidleika í verkætlanum og veitingum. Tú arbeiðir við verkætlanum ella veitingum antin sum verkætlanareigari, verkætlanarleiðari, broytingarleiðari, ráðgevi, toymisleiðari ella verkætlanarluttakari.

Ver vælkomin á skeiðið, sum verður hildin fríggjadagin 22. oktobur 2021 kl. 9-15.

Skeiðið verður hildin av Henrik Schelde Andersen úr Danmark. Henrik arbeiðir hjá Implement Consulting Group, er útbúgvin Cand.Pæd.Psyk og hevur drúgvar royndir innan vitanarfyritøkur, heilsuverki, útbúgvingarøkið, tænastuøkið, kommunur og almennar stovnar. Hann hevur seinastu mongu árini arbeitt sum leiðari, vinnuráðgevi, undirvísari og verkætlanarleiðari.

Luttøkukostnaður og tilmelding
Kostnaðurin er 3.495 kr. íroknað mvg.
Melda til við at skriva til info@bituff.com

October 22 2021

Details

Date: 22. October
Time: 09:00 - 15:00
Cost: kr3.495
Tiltøk Categories:

Venue