Scrum

Loading Tiltøk

Scrum

Hósdagin og fríggjadagin 9. og 10. mars 2021 skipar bituff fyri einum 2-daga skeiðið í Scrum. Skeiðið verður hildið í Runavík frá kl. 9.00 til 15.00 báðar dagar.

Agil ella smidlig verkætlanarleiðsla er kend fyri at geva góða framgongd í verkætlanum. Øll, sum arbeiða við øðrum sløgum av verkætlanum kunnu fáa gleði av smidligu tilgongdini. Í nógvum vinnum verður tosað alsamt meira um at arbeiða agilt. Hetta kemur partvís av tí at alt skal ganga so skjótt, krøv í verkætlanum økjast, menningin innan tøkni er stór og hetta viðførir at uppgávuloysnin gerst meira torgreidd ella kompleks.

Hvør kann luttaka
Scrum og agilitetur er ikki fyri allar verkætlanir og uppgávur, men ert tú forvitin eftir at frætta um hetta er nakað fyri teg og tær verkætlanir tú arbeiðir við, so ert tú vælkomin at melda til skeiðið.

Undirvísari
Undirvísari á skeiðnum er Maibritt Højgaard frá bituff og hon fer at greiða frá hvussu Scrum verður nýtt tá arbeitt verður í eini verkætlan. Maibritt Højgaard er útbúgving sálarfrøðingur, verkætlanarleiðari og er Scrum master og hevur í nógv ár lært og vant verkætlanarleiðarar úr almenna og privata gerianum í verkætlanarleiðslu.

Luttøkukosnaður og tilmelding
Kostnaður fyri 2 daga skeiðið er 9.495 kr. íroknað ábit og tilfar.
Melda til við at skriva til info@bituff.com

March 09 2021

Details

Start: 9. March, 2021 - 09:00
End: 10. March, 2021 - 15:00
Cost: 9.495kr