Hósdagin 30. septembur 2021 kl. 13-16 verður skipað fyri Vinnuráki í Norðurlandahúsinum við heitinum Samrøður í arbeiðshøpi.
Bergtóra Høgnadóttir, sum er útbúgvin sosialráðgevi, trætuloysari og Master í positivari sálarfrøði, leiðir hetta Vinnurák. Arbeiðsroyndir hennara eru fjølbroyttar, úr skjáttuni kann nevnast: sosialráðgevi, konsulentur, kveikjari, politikari, HR-mennari og HR-leiðari.
Luttøkukostnaður og tilmelding
Kostnaðurin er 650 kr. íroknað mvg.
Melda til HER
Vinnurák verða hildin við jøvnum millumbilum og eru ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk nútímans evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið.