RÁÐSTEVNUR

Loading Tiltøk

RÁÐSTEVNUR

INNIHALD
Vit bjóða okkum at skipa fyri tykkara ráðstevnu. Við støði í tykkara tørvi og ynskjum, finna vit bestu loysnina. Vit kunnu millum annað taka okkum av:

  • Verkætlanarleiðslu
  • Samskipan og samanseting av innihaldi
  • At finna røttu karmarnar
  • Sniðgeving, sølu og marknaðarføring
  • Skráseting av luttakarum
  • Sosialum tiltøkum –  veitsludøgurða, sightseeing, virkisvitjan og undirhaldi
  • Flutningi og gisting
  • Uppfylging

Vit samstarva við tykkum og kunnu vera til staðar meðan ráðstevnan er, og syrgja fyri at alt eydnast væl og gongur eftir ætlan.

HVØR KANN BÍLEGGJA?
Øll arbeiðspláss og feløg eru vælkomin at venda sær til okkara í sambandi við fyriskipan av ráðstevnum. Vit gera okkum ómak at lurta, skilja og bjóða tykkum av sum kunda.

BIÐ UM TILBOÐ
Ver vælkomin at senda okkum ein fyrispurning á info@bituff.com.
Vit koma fegin á ein óbindandi fund, so tilboðið kann snikkast til tykkara tørv og ynskir.

EGNAR RÁÐSTEVNUR
bituff stáplar eisini sínar egnu ráðstevnur uppá beinini. Vit hava millum annað skipað fyri einum árligum verkætlanardegi og eini visuellari ráðstevnu:

  • Verkætlanardagur 2017
  • Verkætlanardagur 2018
  • VIZ FO 2018
  • VIZ FO 2019

 

 

 

March 13 2021

Details

Start: 13. March - 08:00
End: 21. March, 2025 - 17:00
Tiltøk Categories: