INNIHALD
Um tykkara arbeiðspláss ynskir at arbeiða miðvíst við t.d. planlegging, tíðarætlan, árshjóli, mál og kós, verkætlan, visión ella strategi, er upplagt at skipa fyri einum ráðleggingardegi.
Vit kunnu leiða og fasilitera dagin/dagarnar og skipa skránna, sum verður tilrættaløgd í tøttum samstarvi við tykkum, soleiðis at tit fáa sum mest burturúr degnum. Ráðleggingardagurin/dagarnir kunnu strekkja seg frá at vera í 3 tímar til fleiri dagar.
MÁLBÓLKUR
Øll arbeiðspláss eru vælkomin at venda sær til okkara í sambandi við fyriskipan av ráðleggingardøgum. Vit gera okkum ómak at lurta, skilja og bjóða tykkum av sum kunda. Óansæð um tit eru 5 ella fleiri 100 starvsfólk, kunnu vit sniðgeva ráðleggingardagin frá A-Z.
PRAKTISKT
Í samráð við tykkum, kunnu vit taka okkum av ymsum praktiskum tingum og eisini bílegging av høli, mati og flutning.
BIÐ UM TILBOÐ
Ver vælkomin at senda okkum ein fyrispurning á info@bituff.com.
Vit koma fegin á ein óbindandi fund, so tilboðið kann snikkast til tykkara tørv og ynskir.
UMMÆLI
“Ráðleggingardagurin, ið varð fyriskipaður av bituff, var ógvuliga gevandi fyri starvsfólkini á Vinnuháskúlanum. Havi bert fingið jaligar afturmeldingar og haldi, at tað var/er ógvuliga gevandi fyri ein starvsfólkahóp at kunna arbeiða við starvsfólka- og næmingaspurningum undir so góðum umstøðum. Avrikið hjá starvsfólkunum í bituff var framúr, og kendist dagurin frá byrjan til enda at vera sera væl skipaður. Vit hava eftirfylgjandi fingið nógv og gott tilfar at arbeiða víðari við í menningini av virkseminum á skúlanum.”
Símun Poulsen – stjóri á Vinnuháskúlanum