Prosess Fasilitering

Loading Tiltøk

Prosess Fasilitering

Prosess Fasilitering – lær at sniðgeva og leiða prosessir

Í hesari skeiðsrøðini, sum byggir á 5 modul, lærir tú at fasilitera og leiða øll møgulig sløg av prosessum fyri einstaklingar, smáar eins og stórar bólkar. At sniðgeva prosessir er ein hentur førleiki innan flest øll vinnuøki. Fakta er, at okkara arbeiðslív inniheldur nógv virksemi og ikki minst fundir, har væntanin er, at vit menna og samstarva við onnur fyri at fáa góð avrik. Hetta er ikki ein løtt uppgáva, og tí vilja vit bjóða til eina skeiðsrøð, har luttakararnir læra at sniðgeva prosessir, ið skapa góð avirk og góðan trivnað.

Hvør kann luttaka
Skeiðsrøðin vendir sær til tín, ið onkusvegna arbeiðir við at loysa uppgávur, sum krevja samstarv við onnur. Tað er ikki avgerandi hvørjari vinnugrein tú arbeiðir í, ella um málbólkurin, tú arbeiðir við, eru børn, ung, vaksin, faklærd ella ófaklærd. Í síðsta enda er endamálið, at skapa bestu prosessina til júst ta uppgávu og tann karm, tú arbeiðir innanfyri. Saman við øðrum, fert tú at læra at sniðgeva prosessir av alskyns slagi. Fokus verður á at arbeiða praktiskt, soleiðis, at tú kanst brúka tað, tú lærir, beinanvegin í tínum gerandisdegi.

Tey 5 modulini
Modul 1: Sniðgeving, relatiónir og samskifti
Modul 2: Støðufesti og førleikar innan skipan og mannagongdir
Modul 3: Úrslit, mál, KPI-arar og strategiførleikar
Modul 4: Nýhugsan og innovatiónsførleikar
Modul 5: Reint lørift og sniðgeving

Dato
Modul 1: 2. og 3. septembur 2021
Modul 2: 7. og 8. oktobur 2021
Modul 3: 18. og 19. novembur 2021
Modul 4: 9. og 10. desembur 2021
Modul 5: 6. og 7. januar 2022

Kunning
Undirvísari: Maibritt Højgaard, bituff.
Høli: Skift verður millum ymisk høli.
Tíð: Hvørt modulið fevnir um 2 dagar frá 8.30 til 15.00.
Prísur: 5 modul (10 dagar) á 43.495 kr. íroknað mvg.
Tilmelding: Við at skriva til info@bituff.com

Hevur hetta tín áhuga, og ynskir tú meira kunning, ert tú vælkomin at skriva til okkum á info@bituff.com

September 02 2021

Details

Start: 2. September - 08:30
End: 7. January, 2022 - 15:00
Cost: 43.495kr