Hósdagin 11. novembur 2021 verður skipað fyri Vinnuráki við heitinum Nýskapandi upplivingar.
Hesaferð er tað Rannvá Troest sum fer at tosa um hvussu nýskapandi upplivingar, í tænastuvinnuni, kunnu skapa nýggjar møguleikar og ávirka nøgdsemið hjá viðskiftafólki og samstarvspørtum. Meira kunning um evnið verður løgd út í næstum.
Luttøkukostnaður og tilmelding
Kostnaðurin er 650 kr. íroknað mvg. Melda til við at skriva til info@bituff.com
Vinnurák verða hildin við jøvnum millumbilum og eru ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk nútímans evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið.