Vilt tú læra at brúka NotebookLM og ChatGPT saman?
Melda teg til verkstovuna, har vit fara at læra at brúka NotebookLM. Tað er eitt krav, at tú longu hevur luttikið í ChatGPT-verkstovu ella ert ein royndur brúkari av ChatGPT. GG! Vit arbeiða við ókeypisútgávuni av NotebookLM.
Yvirlit, færri feilir og betri avgerðir
Hevur tú 10 PDF síður? Legg tær inn í NotebookLM og fá eina frálíka greining ella samandrátt.
Hvat er NotebookLM – og hví brúka tað saman við ChatGPT?
NotebookLM er ein hjálpari stýrdur av vitlíki, ið gevur tær møguleika at arbeiða beinleiðis við tínum egnu skjølum. Í mun til ChatGPT, sum byggir á almenna vitan, kann NotebookLM lesa, greina og vísa beinleiðis til títt egna tilfar – t.d. frágreiðingar, greinar og fundarfrásagnir.
Hvat kann NotebookLM, sum ChatGPT ikki kann?
- Skjalaskiljing: NotebookLM kann svara spurningum við beinleiðis endurgevingum úr tínum skjølum.
- Skipa gransking: fá hjálp frá vitlíki til samandrátt og skipan av vitan.
- Ljóð- & tekstgreining: Gera ljóðupptøkur til tekst og samandrátt.
- Keldutilvísingar: NotebookLM vísir neyvt, hvar upplýsingarnar í skjalinum koma frá.
Hví brúka NotebookLM saman við ChatGPT?
NotebookLM hjálpir tær at finna og skilja upplýsingar, meðan ChatGPT ger tað lætt at umorða, greina og framleiða nýtt innihald. Samansetingin gevur eina sera effektiva arbeiðsgongd, har tú skjótt kanst heinta dáta úr egnum keldum og brúka vitlíki at skriva frágreiðingar, greinar ella framløgur.
Verkstova seinnapart
Dagur: Mikudag 21. mai kl. 13-15
Stað: Hotel Runavík
Mál: Danskt
Luttakarar: Í mesta lagi 15
Málbólkur: Fólk innan alskyns vinnugreinar
Kostnaður: 2.250 kr.
Undirvísari
Tað er Søren Bo Andersen úr Danmark, ið fer at leiða verkstovuna. Søren hevur Ph.D. í psykofysiologi við EEG og persónsmensku sum sergrein. Hann hevur arbeitt nógv við gransking og miðling sum fyrrverandi granskingarleiðari á Veteran-miðstøðini hjá danska herinum og eftir tað í egnari fyritøku. Søren hevur sjálvur sæð fyrimunir við vitlíki sum ChatGPT til at styrkja gransking og miðling, og fer á verkstovuni at greiða frá hvussu tú kanst brúka NotebookLM og ChatGPT saman.