bituff bjóðar til Vinnurák um Neurodiversitet mikudagin 19. mars kl. 13-16. Tað er Søren Bo Andersen, sálarfrøðingur og PhD Imagine Future, ið fer at leiða Vinnurákið.
Hetta Vinnurák er fyri teg sum ynskir at skilja og rúma neurodiversiteti á arbeiðsplássinum.
Á Vinnurákinum fer Søren at greiða frá, hvussu karmar kunnu skapast á einum arbeiðsplássi fyri starvsfólk við persónligum avbjóðingum ella diagnosum, sum tey antin hava ella ikki hava fingið staðfest. Eitt rúmligt arbeiðspláss krevur, at vit vita meira, so vit duga betri.
Hevur tú hug at læra meira um hetta evnið, so ert tú vælkomin til Vinnurák.
Dagur: Mikudagin 19. mars 2024
Tíð: 13.00 – 16.00
Stað: Hotel Runavík
Málbólkur: Leiðarar, ráðgevarar, HR og onnur, ið hava áhuga fyri evninum
Kostnaður: 1.500 kr.
Undirvísari
Tað er Søren Bo Andersen úr Danmark, ið fer at leiða vinnurákið. Søren hevur Ph.D. í psykofysiologi við EEG og persónsmensku sum sergrein. Hann hevur arbeitt nógv við gransking og miðling sum fyrrverandi granskingarleiðari á Veteran-miðstøðini hjá danska herinum og eftir tað í egnari fyritøku.