Mynstring og avmynstring í starvinum

Loading Tiltøk

Mynstring og avmynstring í starvinum

Atgongumerki

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Mynstring og avmynstring í starvinum
Vinnurák í Norðurlandahúsinum hósdagin 16. februar kl. 13 - 16.
kr. 750,00
Óavmarkað

Arbeiðsloysið er metlágt, og kapping er um bestu starvsfólkini. Sjálvandi vilja starvsfólkini starvast, har tey kenna seg vælkomin, verða viðurkend, trygg og hava hóskandi avbjóðingar.

Hósdagin 16. februar kl. 13-16 bjóðar bituff aftur til Vinnurák í Norðurlandahúsinum; hesaferð um mynstring og avmynstring í starvinum. bituff hevur valt at seta hetta evnið aftur á breddan, við tað at afturmeldingarnar vóru sera góðar seinast og áhugin fyri hesum Vinnurákinum var stórur – og evnini eru framvegis líka viðkomandi.

Partur 1 – Mynstring
Arbeiðsplássið, bæði leiðarar og starvsfelagar, kunnu gera sítt til, fyri at mynstringin verður so góð sum møguligt. Hendan er alneyðug, um nýggja starvsfólkið skal støðast væl. Júst góða matchið og mynstringin verður á skránni í fyrra parti av Vinnurákinum. Fyritøkur brúka nógva orku í setanartilgongdini – men hvussu er so tá starvið er sett? Ofta verður góða byrjanin ella mynstringin ikki raðfest nóg ovarliga. Nógvar góðar orsøkir kunnu vera til tess, men tað loysir seg at kýta seg, so nýggja starvsfólkið fær eina góða byrjan.

Í grannalondum vísa hagtøl, at 25% av nýggju starvsfólkunum siga upp innan eitt ár. Kapping er um bestu starvsfólkini, og minni skal til, fyri at fólk søkja nýggjar leiðir. Tá mynstringin ikki er nóg góð, minkar motivatiónin, og starvsfólkið er vónbrotið, tá tað sigur upp. Hvørja ferð kostar tað fyritøkuni nógva orku og pening, umframt at tað frættist, at fyritøkan ikki tekur hond um nýggj starvsfólk.

Partur 2 – Avmynstring
Meðan mynstringin snýr seg um góðu byrjanina – snýr avmynstringin seg um góða starvskiftið og endan á arbeiðslívinum. Góða avmynstringin er týdningarmikil bæði hjá starvsfólkinum, sum veittrar arbeiðslívinum farvæl, men so sanniliga eisini hjá starvsfólkum, sum siga seg úr starvi. Tey, sum fara úr starvi, kunnu annaðhvørt gerast góðir ambassadørar hjá arbeiðsplássinum – ella tað øvugta.

Ljós verður varpað á, hvussu skiftið frá arbeiðslívi til lívið sum pensjonistur kann gerast gott. Tøl aðrastaðni vísa, at nøkur uppliva hetta við at gerast pensjonistur sum eina kreppu. Eitt nú tí at at arbeiðssamleiki okkara er ein (ov) stórur partur av samleika okkara.

So hvørji ráð eru til at taka? Hvussu gerst mynstringin og avmynstringin góð fyri allar partar? Um tú kundi hugsað tær meira íblástur og vitan um hetta evnið, so ert tú vælkomin til Vinnurák í Norðurlandahúsinum hósdagin 16. februar 2023 kl. 13 – 16.

Fyrilestrahaldari

Bergtóra Høgnadóttir leiðir Vinnurákið. Hon er HR-leiðari og hevur arbeitt við góðu mynstringini (onboarding) og avmynstringini (offboarding) bæði í sambandi við útbúgving sína sum mastari í positivari sálarfrøði og sum ráðgevi um evni hjá ymsum arbeiðsplássum.

Bergtóra hevur hópin av vitan, dømum og royndum um, hvat skal til, fyri at skapa bestu mynstringina og avmynstringina.

 

 

February 16 2023

Útgreining

Dato: 16. February
Tíð: 13:00 - 16:00
Kostnaður: kr.750,00
Tiltøk Categories: