Miðla við teksti

Loading Tiltøk

Miðla við teksti

Mánadagin 20. septembur kl. 9.00 – 15.00 skipar bituff fyri spennandi verkstovu. Á hesi verkstovu, sum hevur heitið Miðla við teksti, kanst tú víðarimenna og styrkja tínar førleikar í at skriva ymisk sløg og støddir av teksti til alskyns endamál. Dentur verður lagdur á at venja størsta partin av tíðini fyri at tú skalt kenna teg tryggan í at brúka tekst sum eitt amboð at miðla við í tínum arbeiði.

Hvør kann luttaka
Verkstovan er fyri øll og tað er ikki neyðugt at hava ávísar førleikar fyri at luttaka. Tó stuðlar verkstovan væl undir hjá teimum, ið brúka grafiska fasilitering og sum skriva skelti og líknandi.

Undirvísari
Undirvísari á verkstovuni er Anette Sonne, sum er serkøn í at skriva tekst við fríhond. Hon hevur í nógv ár hevur arbeitt sum dekoratørur, lærumeistari, undirvísari á miðnámi og kreativur ráðgevi. Tey flestu kenna Anette sum ein kveikjandi og livandi persón, sum altíð kemur við góðum hugskotum og kreativum loysnum. Verkætlanir sum Anette hevur verið partur av, fevna um jólatiltøk, hópin av handils- og mentanartiltøkum kring alt landið, kongaligar vitjanir og mangt mangt annað.

Kunning og tilmelding
Dagur: mánadag 20. septembur
Tíð: 9.00 – 15.00
Stað: Verður lýst seinni
Undirvísari: Anette Sonne
Kostnaður: 3.495 kr. – ábit og tilfar er íroknað

Melda til HER

September 20 2021

Details

Date: 20. September
Time: 09:00 - 15:00
Cost: 3.495kr
Tiltøk Categories:

Venue