Lær at tekna talgilt

Loading Tiltøk

Lær at tekna talgilt

Atgongumerki

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Lær at tekna talgilt
23. og 24. februar 2022
DKK 6.495,00
20 available

Týsdagin og mikudagin 22. og 23. februar 2022 skipar bituff fyri skeiði í at tekna talgilt. Skeiðið verður hildið frá kl. 9.00 til 15.00 báðar dagar. Á skeiðnum lærir tú at tekna talgilt og at skapa áhuga og innliving við at tekna og lýsa tína hugsan, prosessir og verkætlanir visuelt.

Við einum iPad í hondini hevur tú altíð tín blokk og flipover-stativ hjá tær – og tú kanst tekna og deila alt frá grafiskum notatum til grafisk referat á staðnum. Samstundis hevur tú møguleika at framleiða egin ikon og tekningar, sum tú kanst brúka í m.a. PowerPoint, Word og í smáum filmum. Á skeiðnum arbeiða vit við tekning, løgum, farvum og pennum á einum ”low-tech” støði fyri at øll kunnu luttaka og fáa sum mest burturúr.

Fyri at luttaka mást tú hava ein iPad eller annað líknandi amboð og ein góðan talgiltan penn.

Hvør kann luttaka
Skeiðið er ætlað øllum, sum eru áhugaði í visuellum samskifti. Fyri at luttaka á skeiðnum, er neyðugt at hava grundførleikar í grafiskari fasilitering.

Undirvísari
Undirvísari á skeiðnum er danski Jesper Oehlenschläger, ið hevur drúgvar royndir innan visuella miðlan og samskifti.

Luttøkukosnaður 
Kostnaður fyri 2 daga skeiðið er 6.495 kr. íroknað ábit og tilfar.

February 22 2022

Útgreining

Start: 22. February, 2022 - 09:00
End: 23. February, 2022 - 15:00
Kostnaður: DKK6495
Tiltøk Categories:

Stað