Lær at gera gel-negl

Loading Tiltøk

Lær at gera gel-negl

Hetta skeiðið er til tín, ið vil at læra at gera gel-negl, sum halda upp í 3 vikur. Við gel polish fært tú vakrar og skyggjandi negl. Tú lærir at gera neglirnar klárar, leggja gel polish á og fært góð ráð at fáa besta úrslitið, umframt íblástur til at prýða tínar negl.

Tú verður biðin um at møta á skeiðnum við óviðgjørdum neglum, so tú kanst fara beinleiðis í gongd við gel polish.

Skeiðshaldari er Wicky Hannah, ið hevur sítt egna hágóðsku merki Wicky Hannah Gel Polish. bituff hevur áður havt skeið við Wicky Hannah, sum vóru sera vælumtókt.

HVAR & NÆR
Skeiðið, ið tekur 3 tímar, verður hildið í Runavík og í Tórshavn. Vel ímillum hesar tíðir:

  • Runavík 3. novembur kl. 15.30 – 18.30
  • Runavík 3. novembur kl. 19.00 – 22.00
  • Tórshavn 4. novembur kl. 15.30 – 18.30
  • Tórshavn 4. novembur kl. 19.00 – 22.00
  • Tórshavn 5. novembur kl. 15.30 – 18.30 (Hetta skeið er fyri víðarikomin ella tey, ið hava verið á einum av skeiðunum omanfyri. Her lærir tú ymsar teknikkir, m.a. Babyboomer, Ombré og Cat Eye).

HVØR KANN LUTTAKA?
Skeiðið er bæði fyri tey, ið hava roynt hetta áður og fyri tey, sum eru eitt sindur roynd. Hóast tú longu hevur lært grundleggjandi teknikkin, gevur skeiðið tær uttan iva nýggjan íblástur og góð hugskot.

TILFAR
Tað er ikki neyðugt at taka egið tilfar við á skeiðið. Vit brúka útgerð og tilfar frá Wicky Hannah.

LUTTØKUKOSTNAÐUR
Kostnaðurin er kr. 1.500 v. mvg, íroknað kaffi, te, frukt og køku.

TILMELDING
Melda til við at skriva til info@bituff.com
Minst til at viðmerkja stað og klokkutíð.
Pláss er fyri 20 luttakarum á hvørjum skeiði.

HVAT ER LÍVSRÁK?
Les meira um okkara Lívsrák HER

November 03 2021

Details

Start: 3. November - 08:00
End: 5. November - 17:00
Tiltøk Categories: