Heilsa á arbeiðsplássinum – smá fet

Loading Tiltøk

Heilsa á arbeiðsplássinum – smá fet

Tilmælið um frástøðu verður hildið á Vinnurákinum. Enn eru pláss eftir MELDA TIL

Vit liva í einum modernaðum samfelag, ið til tíðir spennir bein fyri okkara heilsu. Í arbeiðslívinum og gerandisdegnum sum heild røra vit okkum ikki nóg nógv samstundis sum atgongdin til mat er sera stór. Krøvini, til hvørt einstakt menniska, um at vera tann besta, effektivasta, klænasta og sterkasta útgávan av sær sjálvum, eru eisini vaksandi. Nógv av okkum hava torført við at finna tíð, orku og eisini hugin til at gera neyðugu vanabroytingarnar. Ofta hava høgu krøvini, ov lítil rørsla og ovát álvarsligar fylgjur, sum kunnu føra til máttloysi, niðurløg, strongd og aðrar lívsháttarsjúkur.

Fyri arbeiðsplássið merkir betri heilsa, minni sjúkradagar, størri nøgdsemi og harvið minni útskifting. Nøgdsemi gevur eisini størri arbeiðsgleði, arbeiðsorku, áhuga, samanhald og trivnað á arbeiðsplássinum.

Hesaferð er tað Sølvá Jansdóttir Joensen, sum leiðir okkum gjøgnum vinnurákið. Hon er útbúgvin Yrkisbachelor í føðslu og heilsu, vanavegleiðari og persónligur venjari. Hon fer at greiða frá hvussu stóran týdning góð heilsa hevur fyri arbeiðsplássið, og koma við ítøkiligum dømum um hvussu vit við bert smáum fetum kunnu gera broytingar og betra um lívsgóðskuna við at seta heilsuna á breddan.

Tað er sjálvsagt ikki bert arbeiðsplássið sum hevur ábyrgdina av, at starvsfólk liva heilsugott. Tað er upp til hvønn einstakan! Tó kann arbeiðsplássið, har vit brúka nógv av okkara tíð, vera við til at eggja starvsfólkum til betri heilsu við at arbeiða heilsufremjandi. Heilsufremjan er felagsnevnari fyri alskins átøk, ið øll hava til endamáls at betra um heilsuna á arbeiðsplássinum og í gerandisdegnum sum heild. Hví? Jú, tí at ágóðin av at liva heilsugott, er so ómetaliga stórur.

Heilsufremjan gagnar øllum! Fyri tann einstaka, kann heilsufremjan á arbeiðsplássinum føra til ein nýggjum betraðan lívsstíl. Viðkomandi merkir meira vælveru í gerandisdegnum, og samstundis minkar vandin fyri at fáa lívsháttarsjúkur. Hesi eru bæði við til at betra um lívsgleði og góðsku.

Hevur tú hug at læra meira um hetta evnið, so ert tú vælkomin á Vinnurák hósdagin 28. januar 2021 kl. 13 – 16 í Tórshavn. Luttøkukostnaður 650 kr.

MELDA TIL
Um talan er um fleiri frá t.d. einum arbeiðsplássi, ber eisini til at melda til við at skriva til info@bituff.com!

January 28 2021

Details

Date: 28. January, 2021
Time: 13:00 - 16:00
Cost: kr650