BETRI SAMSKIFTI VIÐ GRAFISKARI FASILITERING
- Betri undirvísing
- Betri fundir
- Betri samstarv
Á hesum skeiði víðarimennir tú tínar førleikar og arbeiðir meira málrættað við Grafiskari Fasilitering (GF). Tú lærir at nýta GF á ymsan hátt og lærir eisini at seta onnur í sving so øll í fyritøkuni/stovninum fáa gagn av GF. Vit vísa á dømi og tosa um hvussu GF kann gerast partur av tínum arbeiði.
Eins og á GF I, verður vant meginpartin av tíðini fyri at tú skalt kenna teg enn tryggari í at brúka GF í tínum arbeiði.
Skeiðið er fyri tey, sum hava grundskeiðið Grafisk Fasilitering I.
Dagur: mánadagur 14. desembur
Tíð: 8.30 – 15.00
Stað: Kaffihúsið á Bryggjubakka
Undirvísari: Maibritt Højgaard
Kostnaður: 3.495 kr. – ábit og tilfar er íroknað
Melda til við at skriva til info@bituff.com