Grafisk Fasilitering I

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Grafisk Fasilitering I

GRAFISK FASILITERING GER SAMSKIFTI LÆTTARI
Lættari hjá tær at miðla tín boðskap!
Lættari hjá tínum luttakarum at skilja evnið!
Lættari hjá tykkum at seta felags mál!

BETRI UNDIRVÍSING, FUNDIR OG SAMSTARV

Grafisk Fasilitering (GF) er kent um allan heim og verður brúkt bæði innan undirvísing og í arbeiðslívinum. Besta grundgeving fyri at nýta GF í arbeiðshøpi er, at menniskjaheilin betri skilir myndir enn tekst. Í arbeiðslívinum krevst ofta, at vit duga at lýsa hugskot, tankar og uppgávur á ein sjónligan hátt. GF merkir heilt einfalt, at tú teknar ímyndir og skap, so tín boðskapur gerst lættari hjá áhoyrarunum at skilja.

Á hesum skeiði lærir tú skjótt og lætt grundleggjandi grafiskar teknikkir, og eftirsum vit venja meginpartin av tíðini, kennir tú teg beinanvegin nóg tryggan at leypa útí tað og nýta GF í tínum arbeiði.

TÆR TØRVAR ALS ONGAR TEKNIGÁVUR – hetta er fyri øll, og tú fært amboð til at miðla á ein lættan, øðrvísi og sera munadyggan hátt.

Dagur: mánadagur 23. novembur
Tíð: 9.00 – 15.00
Stað: Kaffihúsið á Bryggjubakka
Undirvísarar: Rannvá Troest & Turið Petursdóttir
Kostnaður: 3.495 kr. – ábit og tiltar er íroknað

Melda til við at skriva til info@bituff.com

Til ber eisini at bíleggja skeiðið skræddaraseymað til tína fyritøku ella stovn. GF er eisini eitt sera vælhóskandi amboð til starvsfólkadagar og alskins stórbólkaprosessir, les meira HER.

November 23 2020

Details

Date: 23. November
Time: 09:00 - 15:00
Cost: KR3495

Venue

Kaffihúsið

Bryggjubakki 14
Tórshavn, 100 Faroe Islands

+ Google Map

Phone:

+298 358787

Visit Venue Website