GRAFISK FASILITERING GER SAMSKIFTI LÆTTARI
Lættari hjá tær at miðla tín boðskap!
Lættari hjá tínum luttakarum at skilja evnið!
Lættari hjá tykkum at seta felags mál!
BETRI UNDIRVÍSING, FUNDIR OG SAMSTARV
Grafisk Fasilitering er kent um allan heim og verður brúkt bæði innan undirvísing og í arbeiðslívinum. Besta grundgeving fyri at nýta Grafiska Fasilitering í arbeiðshøpi er, at menniskjaheilin betri skilir myndir enn tekst. Í arbeiðslívinum krevst ofta, at vit duga at lýsa hugskot, tankar og uppgávur á ein sjónligan hátt. Grafisk Fasilitering merkir heilt einfalt, at tú teknar ímyndir og skap, so tín boðskapur gerst lættari hjá áhoyrarunum at skilja.
Á hesum skeiði lærir tú skjótt og lætt grundleggjandi grafiskar teknikkir, og eftirsum vit venja meginpartin av tíðini, kennir tú teg beinanvegin nóg tryggan at brúka Grafiska Fasilitering í tínum arbeiði.
TÆR TØRVAR ALS ONGAR TEKNIGÁVUR – hetta er fyri øll, og tú fært amboð til at miðla á ein lættan, øðrvísi og sera munadyggan hátt.
Dagur: Fríggjadagin 17. januar 2025
Tíð: 09.00 – 15.00
Stað: Bakkastova í Kaffihúsinum
Undirvísarar: bituff
Kostnaður: 3.495 kr. – ábit og tilfar er íroknað
Til ber eisini at bíleggja skeiðið skraddaraseymað til tína fyritøku ella stovn. Grafisk Fasilitering er eisini eitt sera vælhóskandi amboð til starvsfólkadagar og alskins stórbólkaprosessir, les meira HER