Grafisk Fasilitering I

Loading Tiltøk

Grafisk Fasilitering I

Atgongumerki

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Skeið í Grafiskari Fasilitering I
Mikudagin 14. juni 2023 kl. 8.30-15.00
kr. 3.495,00
17 available

GRAFISK FASILITERING GER SAMSKIFTI LÆTTARI
Lættari hjá tær at miðla tín boðskap!
Lættari hjá tínum luttakarum at skilja evnið!
Lættari hjá tykkum at seta felags mál!

BETRI UNDIRVÍSING, FUNDIR OG SAMSTARV

Grafisk Fasilitering (GF) er kent um allan heim og verður brúkt bæði innan undirvísing og í arbeiðslívinum. Besta grundgeving fyri at nýta GF í arbeiðshøpi er, at menniskjaheilin betri skilir myndir enn tekst. Í arbeiðslívinum krevst ofta, at vit duga at lýsa hugskot, tankar og uppgávur á ein sjónligan hátt. GF merkir heilt einfalt, at tú teknar ímyndir og skap, so tín boðskapur gerst lættari hjá áhoyrarunum at skilja.

Á hesum skeiði lærir tú skjótt og lætt grundleggjandi grafiskar teknikkir, og eftirsum vit venja meginpartin av tíðini, kennir tú teg beinanvegin nóg tryggan at leypa útí tað og nýta GF í tínum arbeiði.

TÆR TØRVAR ALS ONGAR TEKNIGÁVUR – hetta er fyri øll, og tú fært amboð til at miðla á ein lættan, øðrvísi og sera munadyggan hátt.

Dagur: Mikudagin 14. juni 2023
Tíð: 08.30 – 15.00
Undirvísarar: bituff
Kostnaður: 3.495 kr. – ábit og tilfar er íroknað

Til ber eisini at bíleggja skeiðið skraddaraseymað til tína fyritøku ella stovn. GF er eisini eitt sera vælhóskandi amboð til starvsfólkadagar og alskins stórbólkaprosessir, les meira HER

June 14 2023

Útgreining

Dato: 14. June
Tíð: 08:30 - 15:00
Kostnaður: kr.3.495,00
Tiltøk Categories:

Stað