Leygardagin 6. novembur 2021 verður skipað fyri Vinnuráki í Norðurlandahúsinum við heitinum Fátækadømi og heilamenning.
Hesaferð er tað Søren Bo Andersen, sálarfrøðingur og PhD, úr Danmark, sum fer at greiða okkum frá hvussu fátækadømi ávirkar menningina av heilanum.
Á leið 8-10 % av øllum heimsins íbúgvum liva í fátækadømi. Í vesturheiminum er støðan góð í mun til restuna av heiminum, so í roynd og veru kunnu vit bara velja at venda tað blinda eyga til.
Fátækadømi er eisini kent í pørtum av vesturheiminum. Sum dømi kunnu vit nevna at ein vanlig miðstættarfamilja í USA ikki hevur ráð at gjalda eina óvæntaða rokning á 4-5000 dollarar, og tá so ein alheimsfarsótt sum COVID-19 rakar, merkir tað, at fólk uttan eina trygga inntøku, eru rættuliga illa stillaði eftir stutta tíð.
Kanningar hava víst, at í teimum fyrstu barnaárunum ávirkar fátækadømi:
- góðskuna á samveru millum foreldur og børn
- týdningin av at børn uppliva ymisk umhvørvi, t.d. at ferðast og upplivingar
- evni hjá barninum at stýra impulsum
- mál og orðaval
- grundleggjandi kognitivar funktiónir
Vinnurákið fer at viðgera, at um vit megna at fáa fólk úr fátækadøminum, so loysir tað nógvar sosial-búskaparligar trupulleikar, lógarbrot osfr. Sambært kenda svenska læknanum og hagfrøðinginum, Hans Rosling, fáa øll tað betur, um øll hava tað betur.
Kom og hoyr um hetta spennandi evni á Vinnurákinum, ið verður hildið í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum leygardagin 6. novembur 2021 kl. 13-16.
Luttøkukostnaður og tilmelding
Kostnaðurin er 1.100 kr. íroknað mvg.
Melda til HER