FASILITERING

Loading Tiltøk

FASILITERING

INNIHALD
Vit bjóða fasilitering og sniðgeving av:

  • Størri og smærri fundum
  • Verkstovum
  • Skeiðum
  • Ráðstevnum
  • Starvsfólkadøgum
  • Alskins stórbólkaprosessum

Vit leggja til rættis í tøttum samstarvi við kundan fyri at loysa fasiliterings-uppgávuna til fullnar. Vit leiða, fasilitera og tryggja fakligt fokus, soleiðis at tit kunnu brúka tíðina uppá tað, tit duga best.

HVØR KANN BÍLEGGJA?
Øll eru vælkomin at venda sær til okkara í sambandi við fasilitering, bæði arbeiðspláss, feløg og einstaklingar. Vit gera okkum ómak at lurta, skilja og bjóða tykkum av sum kunda.  Talið á persónum kann vera heilt úr 10 og upp í fleiri 100.

PRAKTISKT
Í okkara sniðgeving leggja vit stóran dent á fysiskar rammur, uppseting, innihald og fasilitering. Í samráð við tykkum, kunnu vit taka okkum av ymsum praktiskum tingum og eisini bílegging av høli, mati og flutning.

BIÐ UM TILBOÐ
Ver vælkomin at senda okkum ein fyrispurning á info@bituff.com.
Vit koma fegin á ein óbindandi fund, so tilboðið kann snikkast til tykkara tørv og ynskir.

Mars 13 2021

Útgreining

Byrjar: 13. Mars, 2021 - 08:00
Endar: 18. Mars, 2025 - 17:00
Tiltøk Categories: