Menn tínar førleikar innan vitlíki (AI)
Fá meiri at vita um máttmikla Chat-GPT kjattbottin á okkara 3 tíma intensivu verkstovu, har tú lærir at nágreina virkisætlanir, betra kundatænastu og tillaga tykkara kunning neyvari og skjótari.
Lær um framkomnu eginleikarnar hjá Chat-GTP – ikki bert at gera samandrátt og greina tekst úr torgreiddum skjølum – men eisini at sjónliggera tilfar, sum kann styrkja framløgur og dátugreining.
Við áherðslu á tað verkliga, fer 80% av verkstovuni at snúgva seg um praktiskar uppgávur til at tvinna vitlíki (AI) saman við títt fakliga arbeiði.
Hevur hetta tín áhuga, so melda til verkstovuna og fá kunnleika um næsta ættarlið av samskiftisamboðum. Fá tær førleikar at brúka Chat-GPT – ikki bert fyri at betra skrivligt samskifti – men eisini at gera framløgur og greiningar meiri livandi. Tak fyrsta stigið inn í nýggja heimin við vitlíki (AI) á okkara praktisku verkstovu og styrk tínar arbeiðsførleikar.
Verkstova seinnapart
Dagur: Mikudagin 10. januar 2024
Tíð: 13.00 – 16.00
Stað: Hotel Runavík
Mál: Danskt
Luttakarar: Í mesta lagi 15
Málbólkur: Fólk innan alskyns vinnugreinar
Kostnaður: 2.250 kr.
Undirvísari
Tað er Søren Andersen úr Danmark, ið fer at leiða verkstovuna. Søren hevur Ph.D. í psykofysiologi við EEG og persónsmensku sum sergrein. Hann hevur arbeitt nógv við gransking og miðling sum fyrrverandi granskingarleiðari á Veteran-miðstøðini hjá danska herinum og eftir tað í egnari fyritøku. Søren hevur sjálvur sæð fyrimunir við vitlíki sum Chat-GPT til at styrkja gransking og miðling, og fer á verkstovuni at greiða frá, hvussu vitlíki kann brúkast í slíkum samanhangi.