CHAT-GPT VERKSTOVA (SEINNAPART)

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

CHAT-GPT VERKSTOVA (SEINNAPART)

Atgongumerki

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Atgongumerki eru ikki tøk

Menn tínar førleikar innan vitlíki (AI)

Fá meiri at vita um máttmikla ChatGPT kjattbottin á okkara 3 tíma intensivu verkstovu, har tú lærir at nágreina virkisætlanir, betra kundatænastu og tillaga tykkara kunning neyvari og skjótari.

Lær um framkomnu eginleikarnar hjá ChatGPT – ikki bert at gera samandrátt og greina tekst úr torgreiddum skjølum – men eisini at sjónliggera tilfar, sum kann styrkja framløgur og dátugreining.

Við áherðslu á tað verkliga, fer 80% av verkstovuni at snúgva seg um praktiskar uppgávur til at tvinna vitlíki (AI) saman við títt fakliga arbeiði.

Hevur hetta tín áhuga, so melda til verkstovuna og fá kunnleika um næsta ættarlið av samskiftisamboðum. Fá tær førleikar at brúka ChatGPT – ikki bert fyri at betra skrivligt samskifti – men eisini at gera framløgur og greiningar meiri livandi. Tak fyrsta stigið inn í nýggja heimin við vitlíki (AI) á okkara praktisku verkstovu og styrk tínar arbeiðsførleikar.

Gev gætur!
Tað verður ein meirkostnaður á uml. 140,- ($20) fyri persónligt ChatGPT-hald (4,0) í ein mánaða, sum kann avmeldast aftaná verkstovuna. Haldið er persónligt, og tí er neyðugt at melda seg til persónligt. Vit senda meira kunning og leinkið til tilmelding, áðrenn verkstovuna. Øll skulu eisini hava egnað teldu við.

Verkstova seinnapart

Dagur: Hósdagin 21. mars 2024
Tíð: 13.00 – 16.00
Stað: Hotel Runavík
Mál: Danskt
Luttakarar: Í mesta lagi 15
Málbólkur: Fólk innan alskyns vinnugreinar
Kostnaður: 2.250 kr.

Undirvísari
Tað er Søren Bo Andersen úr Danmark, ið fer at leiða verkstovuna. Søren hevur Ph.D. í psykofysiologi við EEG og persónsmensku sum sergrein. Hann hevur arbeitt nógv við gransking og miðling sum fyrrverandi granskingarleiðari á Veteran-miðstøðini hjá danska herinum og eftir tað í egnari fyritøku. Søren hevur sjálvur sæð fyrimunir við vitlíki sum ChatGPT til at styrkja gransking og miðling, og fer á verkstovuni at greiða frá, hvussu vitlíki kann brúkast í slíkum samanhangi.

Mars 21 2024

Útgreining

Dato: 21. Mars
Tíð: 13:00 - 16:00
Kostnaður: kr.2.250,00
Tiltøk Categories:

Stað

Hotel Runavik

Heiðavegur 6
Runavík, 620 Faroe Islands

+ Google Map

Far til heimasíðu