Atferðarleiðsla

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Atferðarleiðsla

Tilmælið um frástøðu verður hildið á Vinnurákinum. MELDA TIL

Seinastu árini er atferðarleiðsla komin buldrandi inn aftur á pallin sum tilgongd til at fremja størri og minni broytingar í organisatiónum. Innan sálafrøðina er atferðarleiðsla ikki nakað nýtt, men hevur fingið eitt virðiligt come back í okkara døgum, tí tað er so deiliga konkret at arbeiða við og gevur so ómetaliga góð úrslit.

Atferðarleiðsla snýr seg um, hvussu tú kanst leiða og skipa arbeiðið, soleiðis at tú fært ein ávísan ynskjandi atburð. Við at sniðgeva atburð við sjónliga at broyta karmar og umhvørvi, ella ósjónliga at løna ávísum gerningum og revsa aðrar kanst tú fremja ynskiliga atburðin.

Hósdagin 29. oktobur fer Annika Bay Holm, sum hevur hollar royndir og útbúgving í adfærdsdesign, at greiða frá, hvussu vit kunnu brúka atferðarleiðslu til at fremja broytingar í okkara arbeiðsdegi. Hon fer m.a. at siga okkum frá “fluguni í vesikummuni” og reyða tekstinum, sum blinkar og sigur:“bert fá pláss eru eftir”.

Í hesum førum kann tilgongdin atferðsleiðsla geva okkum amboð til hvussu til ber á einfaldan hátt at arbeiða ítøkiligt við broytingum í gerandisdegnum.

Á Vinnurákinum fært tú innlit í:

  • Hvussu vit menniskju hugsa og taka avgerðir.
  • Hvussu nógv samanhangurin tú ert í hevur at týða.
  • Hvat vit skulu vera tilvitaði um í okkara samskifti, tá ið vit ynskja at onnur broyta atferð.
  • Hvussu vit finna útav hvat skal broytast og hví tað er so torført.

Vit gleða okkum ómetaliga nógv til at bjóða tykkum vælkomnum til Vinnurákið um atferðarleiðslu. Eisini fært tú nøkur amboð við heim.

Um tú kundi hugsað tær meira íblástur og vitan um atferðarleiðslu, so melda til Vinnurákið, sum verður hildið í Skálanum í Norðurlandahúsinum hósdagin 29. oktobur 2020 kl. 13-16.00.

Luttøkukostnaður og tilmelding
Kostnaðurin er 1.100 kr. íroknað mvg. MELDA TIL
Um talan er um fleiri frá t.d. einum arbeiðsplássi, ber eisini til at melda til við at skriva til info@bituff.com!

Vinnurák verða hildin við jøvnum millumbilum og eru ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk nútímans evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið.

October 29 2020

Details

Date: 29. October
Time: 13:00 - 16:00
Cost: kr1100