Atferðarleiðsla

Loading Tiltøk

Atferðarleiðsla

Atferðarleiðsla snýr seg um, hvussu tú kanst leiða og skipa arbeiðið, soleiðis at tú fært ein ávísan ynskjandi atburð. Við at sniðgeva atburð við sjónliga at broyta karmar og umhvørvi, ella ósjónliga at løna ávísum gerningum og revsa aðrar kanst tú fremja ynskiliga atburðin.

Seinastu árini er atferðarleiðsla komin buldrandi inn aftur á pallin sum tilgongd til at fremja størri og minni broytingar í organisatiónum. Innan sálafrøðina er atferðarleiðsla ikki nakað nýtt, men hevur fingið eitt virðiligt come back í okkara døgum, tí tað er so deiliga konkret at arbeiða við og gevur so ómetaliga góð úrslit.

Hósdagin og fríggjadagin 23. og 24. septembur skipar bituff fyri einum 2-daga skeiði í Atferðarleiðslu. Undirvísari á skeiðnum er Annika Bay Holm, úr Danmark, sum hevur hollar royndir og útbúgving í adfærdsdesign.

Meira kunning um innihald verður lagt út í næstum.

Luttøkukostnaður og tilmelding
Kostnaðurin er 6.990 kr. fyri báðar dagar.
Tryggja tær pláss á skeiðnum við at skriva til info@bituff.com!

September 23 2021

Details

Start: 23. September - 09:00
End: 24. September - 15:00
Cost: 6.990kr
Tiltøk Categories:

Venue