Scrum fyri øll

Loading Tiltøk

Scrum fyri øll

Atgongumerki

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Scrum fyri øll
Hósdagin og fríggjdagin 7. og 8. oktobur 2021 skipar bituff fyri einum 2-daga skeiði í scrum. Skeiðið verður hildið frá kl. 9.00 til 15.00 báðar dagar.
DKK 6.495,00
16 available

Skriva til info@bituff.com, um tú/tit heldur ynskja faktura.

Hósdagin og fríggjdagin 7. og 8. oktobur 2021 skipar bituff fyri einum 2-daga skeiði í scrum. Skeiðið verður hildið frá kl. 9.00 til 15.00 báðar dagar.

Agil ella smidlig verkætlanarleiðsla er kend fyri at geva góða framgongd í alskyns sløgum av verkætlanum. Í nógvum vinnum verður tosað alsamt meira um at arbeiða agilt. Hetta kemur partvís av at alt skal ganga so skjótt, krøv í verkætlanum økjast og hetta viðførir at uppgávuloysnin gerst meira torgreidd ella kompleks.

Hvør kann luttaka
Scrum er kent frá KT verðini, men bituff bjódar skeiðið út til fólk, sum ikki arbeida innan KT – fyri at vísa at leisturin eisini kann brúkast innan aðrar vinnugreinar og faklig øki. So ert tú forvitin eftir at vita um scrum og agilitetur er nakað fyri teg, og tær verkætlanir tú arbeiðir við, so ert tú vælkomin at melda til skeiðið.

Undirvísari
Undirvísari á skeiðnum er Maibritt Højgaard frá bituff og hon fer at greiða frá, hvussu scrum verður nýtt, tá arbeitt verður í eini verkætlan. Maibritt Højgaard er útbúgving sálarfrøðingur, verkætlanarleiðari, er scrum master og hevur í nógv ár lært og vant verkætlanarleiðarar úr almenna og privata geiranum í verkætlanarleiðslu.

Luttøkukosnaður og tilmelding
Kostnaður fyri 2 daga skeiðið er 6.495 kr. íroknað ábit og tilfar.

October 07 2021

Útgreining

Start: 7. October - 08:00
End: 8. October - 15:00
Kostnaður: DKK6495
Tiltøk Categories:

Stað