

Norðurlandahúsið
Norðurstova Norðurlandahúsið Tórshavn, 100 Faroe IslandsMelda til okkara tíðindabræv og fá dagføringar og tíðindi regluliga. Tá tú hevur meldað til, er lætt og ómakaleyst at frámelda aftur, um tú ikki ynskir okkara tíðindabræv.
Í bituff hava vit hollar royndir innan samskifti, undirvísing, ráðgeving, fyriskipan og fasilitering.
Umframt at skipa fyri fyrilestrum, skeiðum, ráðstevnum og øðrum, fyri bæði fyritøkur og einstaklingar, bjóðar bituff ráðgeving og tænastur, ið verða samansettar eftir tørvi og ynski. Vit arbeiða út frá hvørjari einstakari uppgávu og tørvinum hjá tí einstaka kundanum.
Navnið bituff merkir at vera tough og kann í slangútgávu stavast tuff og merkir, at vera hvassur, kul, frálíkur og óførur. Eftirsum at tað kann vera avbjóðandi og strævið fyri fólk at læra, gera okkurt nýtt, broyta hugburð ella bjóða sær sjálvum av, vilja vit stuðla og viðurkenna hesa strembanina við okkara virksemi.