INNIHALD
Vit skipa javnan fyri Vinnurákum. Hesi venda sær til bæði vinnulív, feløg og einstaklingar. Til at leiða hesi tiltøk, samstarva vit við ymisk fólk, sum hava serkunnleika á ymsum økjum.
Eitt Vinnurák, er ein seinnapartur við íblástri, vitan og førleikamenning, har tú bert skal hugsa um at fáa íblástur og hitta fólk. Vinnurákini viðgera ymisk nútímans evni innan arbeiðslívið, og eru samstundis eitt gott forum fyri netverkan og vitanardeiling. Skráin, sum fevnir um 3 tímar, skiftir ímillum fyrilestur, verkstovu og netverkan/steðgir. Vinnurákini verða hildin í skiftandi hølum. Sí dømi um um undanfarin Vinnurák HER.
HUGSKOT TIL EVNI
Vit taka fegin ímóti góðum hugskotum til evni. Skriva til okkum, um tú hevur eitt hugskot HER.
FYLG VIÐ Á BREDDANUM
Øll kunnu luttaka á okkara Vinnurákum og Lívsrákum. Fylg við á BREDDANUM og um tú fært eygað á nakað, sum hevur tín áhuga, ja so er bara at melda til!
Til tíðir bjóða vit eisini til Lívsrák, sum vendir sær til ymsar bólkar í samfelagnum, og ið hevur alskins skiftandi evni á skrá. Sí dømi um undanfarin Lívsrák HER.