MENNINGARDAGAR

Loading Tiltøk

MENNINGARDAGAR

INNIHALD
Um tykkara arbeiðspláss ynskir at menna t.d. ein førleika, bygnað, samstarv, trivnað ella effektivitet, er upplagt at skipa fyri einum menningardegi. Á menningardegnum leggja vit, saman við tykkum, dentin á at arbeiða miðvíst við einum ella fleiri útvaldum evnum.

Vit kunnu leiða og fasilitera dagin/dagarnar og skipa skránna, sum verður tilrættaløgd í tøttum samstarvi við tykkum, soleiðis at tit fáa sum mest burturúr degnum. Menningardagurin/dagarnir kunnu strekkja seg frá at vera í 3 tímar til fleiri dagar.

MÁLBÓLKUR
Øll arbeiðspláss eru vælkomin at venda sær til okkara í sambandi við fyriskipan av menningardøgum. Vit gera okkum ómak at lurta, skilja og bjóða tykkum av sum kunda. Óansæð um tit eru 5 ella fleiri 100 starvsfólk, kunnu vit sniðgeva menningardagin frá A-Z.

PRAKTISKT
Í samráð við tykkum, kunnu vit taka okkum av ymsum praktiskum tingum og eisini bílegging av høli, mati og flutning.

BIÐ UM TILBOÐ
Ver vælkomin at senda okkum ein fyrispurning á info@bituff.com.
Vit koma fegin á ein óbindandi fund, so tilboðið kann snikkast til tykkara tørv og ynskir.

UMMÆLI

“Menningardagurin hevur viðført eitt betur nøgdsemi, samstarv og samskifti millum deildirnar hjá Borg. Dagurin gav góða meining, og starvsfólkini vóru sera væl nøgd. Samstarvið við bituff var framúr gott”

Leona Nilssen, HR-Leiðari hjá Borg

Mars 16 2021

Útgreining

Byrjar: 16. Mars, 2021 - 08:00
Endar: 21. Mars, 2025 - 17:00
Tiltøk Categories: