Forsíða
Tíðindi
STARVSFÓLKADAGAR
INNIHALD Ein starvsfólkadagur inniheldur ofta bæði ein fakligan part og ein sosialan part. Tað fakliga kann til dømis snúgva seg um samstarv, trivnað, motivatión, strategi, samskifti, effektivitet, samleika og mangt […]
MENNINGARDAGAR
INNIHALD Um tykkara arbeiðspláss ynskir at menna t.d. ein førleika, bygnað, samstarv, trivnað ella effektivitet, er upplagt at skipa fyri einum menningardegi. Á menningardegnum leggja vit, saman við tykkum, dentin […]
FØRLEIKAMENNING
INNIHALD bituff skipar javnan fyri førleikamennandi skeiðum, sum nærum øll kunnu skræddaraseymast til arbeiðspláss og feløg. Dømi um skeið: Grafisk Fasilitering 1 Grafisk Fasilitering 2 Grafisk Fasilitering 3 Grafisk Fasilitering […]
Komandi tiltak
RÁK

INNIHALD
Vit skipa javnan fyri tiltøkum, við yvirskipaðu heitunum Vinnurák og Lívsrák. Hesi venda sær til bæði vinnulív, feløg og einstaklingar. Til at leiða hesi tiltøk, samstarva vit við ymisk fólk, sum hava serkunnleika á viðkomandi økjum.
Vinnurák
Eitt Vinnurák, er ein seinnapartur við íblástri, vitan og førleikamenning, har tú bert skal hugsa um at fáa íblástur og hitta fólk. Vinnurákini viðgera ymisk nútímans evni innan arbeiðslívið, og eru samstundis eitt gott forum fyri netverkan og vitanardeiling. Skráin, sum fevnir um 3 tímar, skiftir ímillum fyrilestur, verkstovu og netverkan/steðgir. Vinnurákini verða hildin í skiftandi hølum. Sí dømi um um undanfarin Vinnurák HER.
Lívsrák
Eitt Lívsrák, er eitt tiltak, sum vendir sær til ymsar bólkar í samfelagnum, og sum hevur alskins skiftandi evni á skrá. Meðan Vinnurákini eru málrættaði arbeiðslívinum við einum føstum bygnaði, er formurin meira leysur á Lívsrákunum, sum verða skipaði sum evnisløtur, skeið ella verkstovur, har luttakarin bert skal hugsa um at fáa íblástur, læra okkurt nýtt og hitta fólk. Sí dømi um undanfarin Lívsrák HER.
HUGSKOT TIL EVNI
Vit taka fegin ímóti góðum hugskotum til evni. Skriva til okkum, um tú hevur eitt hugskot HER.
FYLG VIÐ Á BREDDANUM
Øll kunnu luttaka á okkara Vinnurákum og Lívsrákum. Fylg við á BREDDANUM og um tú fært eygað á nakað, sum hevur tín áhuga, ja so er bara at melda til!