Scrum for all

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Scrum for all

Hósdagin og fríggjadagin 23. og 24. mars 2023 skipar bituff fyri 2-daga skeiði í scrum. Skeiðið verður hildið frá kl. 9.00 til 15.00 báðar dagar.

Agil ella smidlig verkætlanarleiðsla er kend fyri at geva góða framgongd í alskyns sløgum av verkætlanum. Í nógvum vinnum verður tosað alsamt meira um at arbeiða agilt. Hetta kemur partvís av at alt skal ganga so skjótt, krøv í verkætlanum økjast og hetta viðførir at uppgávuloysnin gerst meira torgreidd ella kompleks.

Hvør kann luttaka
Scrum er kent frá KT verðini, men bituff bjódar skeiðið út til fólk, sum ikki arbeida innan KT – fyri at vísa at leisturin eisini kann brúkast innan aðrar vinnugreinar og faklig øki. So ert tú forvitin eftir at vita um scrum og agilitetur er nakað fyri teg, og tær verkætlanir tú arbeiðir við, so ert tú vælkomin at melda til skeiðið.

Undirvísari
Undirvísari á skeiðnum er Maibritt Højgaard frá bituff og hon fer at greiða frá, hvussu scrum verður nýtt, tá arbeitt verður í eini verkætlan. Maibritt Højgaard er útbúgving sálarfrøðingur, verkætlanarleiðari, er scrum master og hevur í nógv ár lært og vant verkætlanarleiðarar úr almenna og privata geiranum í verkætlanarleiðslu.

Luttøkukosnaður og tilmelding
Kostnaður fyri 2 daga skeiðið er 6.495 kr. íroknað ábit og tilfar.

May 23 2023

Details

Start: 23. May - 09:00
End: 24. May - 15:00
Tiltøk Categories:

Venue