Scrum fyri øll

Loading Tiltøk

Scrum fyri øll

Mánadagin og týsdagin 4. og 5. oktobur 2021 skipar bituff fyri einum 2-daga skeiði í Scrum. Skeiðið verður hildið frá kl. 9.00 til 15.00 báðar dagar.

Agil ella smidlig verkætlanarleiðsla er kend fyri at geva góða framgongd í alskyns sløgum av verkætlanum. Í nógvum vinnum verður tosað alsamt meira um at arbeiða agilt. Hetta kemur partvís av tí at alt skal ganga so skjótt, krøv í verkætlanum økjast, menningin innan tøkni er stór og hetta viðførir at uppgávuloysnin gerst meira torgreidd ella kompleks.

Hvør kann luttaka
Ert tú forvitin eftir at vita um Scrum og agilitetur er nakað fyri teg og tær verkætlanir tú arbeiðir við, so ert tú vælkomin at melda til skeiðið.

Undirvísari
Undirvísari á skeiðnum er Maibritt Højgaard frá bituff og hon fer at greiða frá hvussu Scrum verður nýtt tá arbeitt verður í eini verkætlan. Maibritt Højgaard er útbúgving sálarfrøðingur, verkætlanarleiðari, er Scrum master og hevur í nógv ár lært og vant verkætlanarleiðarar úr almenna og privata geiranum í verkætlanarleiðslu.

Luttøkukosnaður og tilmelding
Kostnaður fyri 2 daga skeiðið er 6.495 kr. íroknað ábit og tilfar.
Melda til við at skriva til info@bituff.com

October 04 2021

Details

Start: 4. October - 09:00
End: 5. October - 15:00
Cost: 6495kr

Venue