Starvsfólkadagar

Saman við tykkum sniðgeva vit innihaldið til tykkara starvsfólkadag, og tryggja at dagurin er við til at styrkja felagsskapin, samstarvsgleðina og fakliga samskiftið á tykkara arbeiðsplássi.

Um tit eru í holt við eina broytingar- ella menningartilgongd, er starvsfólkadagurin eitt gott høvi til at finna eitt felags stev. Í samráð við tykkum, seta vit okkum væl inn í tykkara ynski og strategi og gera eitt uppskot til samanseting av degnum.

Menningar- og kveikingardagar
Vit hava sera góðar royndir við menningar- og kveikingardøgum, har vit brúka grafiska fasilitering (GF) sum amboð. Dagurin verður býttur í tveir partar. Í fyrsta partinum læra øll grundleggjandi teknikkin í GF, og í næsta parti arbeiða øll miðvíst við t.d. virðum og visión. Dagurin verður skjalførdur av starvsfólkunum og tí ber til at halda áfram at arbeiða við innihaldinum aftaná starvsfólkadagin.

Temadagar
Á temadøgunum verður dentur lagdur á eitt ella fleiri útvald evni í samráð við tykkum. Dagurin verður samansettur við eitt nú verkstovum, fyrilestrum og upplivingum. Útgangsstøðið er at styrkja fakliga samstarvið og samskiftið á arbeiðsplássinum.

Big Room Planning
Big Room Planning er ein góður tíðarsparandi arbeiðsháttur, sum inngongur væl í ein smidligan arbeiðsleist. Big room planning merkir at fleiri fakbólkar frá sama arbeiðsplássi arbeiða í einum stórum rúmi við ávísum evnum t.d. at gera eina 3-6 mánaðar ætlan.

Perfect days
Perfect days er eitt úrslitagott leiðsluamboð, ið verður brúkt til at seta og røkka nýggjum málum fyri arbeiðsplássið. Hetta er ein dagur/dagar ella ein vika, har øll starvsfólkini arbeiða við útvaldum verkætlanum ella loysnum, og har alt annað, ið arbeitt verður við, verður gloymt ella goymt burtur. Allir fakbólkar arbeiða í felag við at menna nýggjar vørur, mannagongdir ella betra um ávís øki/tænastur á arbeiðsplássinum. bituff kann útveg røttu karmarnar og fyriskipa innihaldið saman við tykkum. Til ber eisini at hava Perfect Days uttanlands fyri at koma burtur frá vanliga umhvørvinum og hervið stimbra nýggj hugskot.