GF til Starvsfólkadagin

Grafisk Fasilitering (GF) er eitt sera væl hóskandi amboð til starvsfólkadagar, kveikingardagar ella temadagar.

Dagurin verður býttur í tveir partar. Í fyrsta partinum læra øll grundleggjandi teknikkin í GF og í næsta parti arbeiða øll meiri málrættað við t.d. missión/visión/virðum fyri tykkara egna stovn/fyritøku. Innihaldið verður sjálvsagt lagt til rættis saman við tykkum.