Á temakvøldinum hjá bituff, sum verður í Løkshøll mikukvøldið 7. desembur kl. 19.30, fer næstforkvinnan í Sinnisbata, Laura Apol, at luttaka í kjakpanelinum. Laura leggur dent á týdningin av, at vit eru fleiri sum eru við til at varpa ljós á sálarsjúku, og til at niðurbróta tabu, sum er rundanum hesa sjúku, sum er heilt vanlig í okkara samfelag.
Í Sinnisbata hevur Laura Apol ábyrgd av miðling- og samskifti í og úr felagnum. Laura hevur sitið í nevndini í tvey ár, men hevur í 10 ár verið politiskt aktiv innan fleiri øki. Tó er tað sosiala- og psykiatriska økið, ið Laura brennir mest fyri.
Laura greiðir soleiðis frá:
“Motivatiónin hjá mær er ikki bara politisk, men tað er eisini persónligur áhugi. Eg eri uppvaksin við eini rættiliga sjúkari mammu, og tað hevur fylt nógv í mínum lívi. Eg havi altíð vitað, at eg vil arbeiði fyri at gera umstøðurnar hjá teimum, ið hava sálarsjúku, og hjá teirra avvarðandi, betri.